Søgan um Eysturskúlan

Eysturskúlin varð vígdur í august 1980. Skúlin varð bygdur í tveimum byggistigum. Fyrsta byggistigið, A-bygningurin, sum er ovasti parturin av skúlanum, var liðugur 18. august í 1974. Tá vóru 10 skúlastovur. Eysturskúlin var liðugt bygdur í 1980.

Skúlin er næstan 6.000 fermetrar. Skúlin er ikki bygdur í fleiri hæddum, men mestsum í einari hædd, og er tí vítt um at fara. Sjálvt um 40 ár eru liðin, síðan fyrsti parturin, var tikin í nýtslu, so eru karmarnir góðir. Møguleiki er at innrætta, soleiðis at vit fáa undirvíst sambært fólkaskúlalógini, sum kom í 1997.

Skúlin hevur eisini svimjihyl, og hann verður nógv brúktur, bæði í og aftaná skúlatíð. Hylurin er, sum vanligir skúlahyljar, 17 metrar langur. Ein vanlig fimleikahøll er í skúlanum, og í 1993 varð skúlahøllin umbygd til ítrótt, serliga flogbólt.

Skúlin eigur nógvar einastandandi vakrar málningarnar, sum hanga ymsa staðni í skúlanum, til gleði fyri næmingar, foreldur, starvsfólk o.ø., sum koma í skúlan.