Ert tú áhugað/ur at kenna teg betur - í húðrøkt og kropsrøkt, í smyrsli og seta upp hár, í klædnamóta og klædnastíli, í lættari rørslu? Ert tú áhugaður í sálarfrøði, sølu og tænastu?

So kemur tú á Vælverubreytina.

Endamál:

Vit arbeiða við vakurleika og vælveru. Samstundis sum vit leggja dent á likamligu og kensluligu búningina sum tannáringur.

Vit arbeiða við:

Húð- og kropsrøkt, kyn og kenslum, sjálvsfatan, leggja make up - har arbeitt verður við ymsum tíðarskeiðum, at seta hár upp, at geva andlits- og høvdmassagu, at finna júst rætta klædnastílin til tín og eisini litlæru.

Ástøði:

  • Sálarfrøði
  • Søla og tænasta

Á rørsluliga partinum arbeiða vit við:

  • Arobic/fitness
  • Mindfullness
  • Joga
  • Meditatión

Vit miðja ímóti at gera eina framførslu “eitt show” við skúlaársenda, ið fevnir um posering, makeup, hár, klæðir, tónleik og fotoshot/myndatøku. Her arbeiða vit í tøttum samstarvi við aðrar breytir.

Starvsleið:

So gongur tú við einum stylisti, make up artisti, kosmetologi, frisøri, lívsstíls”coach” ella líknandi í búkinum, ella hevur tú áhuga í hesum økjum, so er hetta júst rætta breytin til tín.