Ítróttabreyt

Ítróttabreyt

Endamál

Við fjølbroyttum læringartilgongdum í ítrótti at geva næminginum upplivingar og royndir, og vekja áhuga fyri kropsligari venjing og menning.

Á ítróttabreytini fáa tit avbjóðingar, ið hóska tykkum, bæði kropsliga og sálarliga. Avbjóðingar, ið menna tykkum sum menniskju og gera tykkum betur før fyri at taka við teimum avbjóðingum, sum lívið seinni bjóðar tykkum. 

Innihald

  • Bóltspæl
  • Frælsur ítróttur
  • Svimjing
  • Fimleikur, rørsla og tónleikur
  • Útilív
  • Øðrvísi og mennandi ítrótt
  • Skipa ymisk ítróttatiltøk
  • Ástøði
  • Venjaraskeið hjá ÍSF
  • Fyrstuhjálparskeið (kann møguliga bjóðast)

Starvsleið

Ítróttabreytin kann eisini fara at mynda framtíð tína. Tú hittir fólk, sum dagliga starvast innan ítróttarøkið:

  • Fysioterapeutar
  • Ítróttalærarar
  • Kostráðgevar
  • Fyriskiparar
  • Venjarar

Ítróttarbreytin hóskar til tey sum:

  • Dáma at vera virkin inni sum úti og flyta egin mørk.
  • Saman við øðrum royna liðandan at røkka felags málum.
  • Vilja gerast betur kunnað við kropslig og sálarlig mørk.
  • Hava krút í afturpartinum og ikki kunnu vera í frið.