Tónleikabreyt

Tónleikabreytin

Endamál

Endamálið við Tónleika- og framførslubreytini er, at tú mennir teg tónleikaliga, og at tú lærir at framføra fyri áhoyrarafjøld.

Innihald

Breytin er til tín, ið fegin vilt:

  • Gerast betri tónleikari
  • Gerast betur til samanspæl
  • Syngja fleirraddað
  • Framføra tónleik hjá øðrum
  • Skriva og framføra egnan tónleik
  • Fáa ítøkiliga og ástøðiliga undirvísing
  • Gera egnar tónleikaupptøkur

Tú lærir

  • at skipa egnan og annan tónleik
  • samanspæl
  • sangtøkni
  • um ljóðføri
  • at framføra
  • at gera upptøkur
  • tónleikaástøði

Starvsleið

Henda breytin fer at gera teg betur føran fyri víðari leið innan tónleik t.d. á miðnámsstigi ella háskúlastigi.