Íverksetanarbreytin
Endamál
Endamálið við breytini er at geva tær avbjóðingar, tú, ið hevur hug at gera hugskot til veruleika. Tú gongur og hugsar um at arbeiða sjálvstøðugt, kanska stovna egna fyritøku. Ert tú áhugað/ur í hesum, so er íverksetanar- og vinnubreytin hóskandi til tín.
Innihald
Við grundarlagi undir føroyska vinnulívinum arbeiða vit við verkætlanum, sum gera tykkum sjálvstøðug og ábyrgdarfull. Verkætlanum, sum eru ógvuliga líkar tí veruliga handilslívinum.
Tú fært m.a at vita um:
- Hvussu tú stovnar egna fyritøku
- Føroyskt vinnulív
- Samskifti við viðskiftafólk og samstarvsfólk
- Kundarøkt
- Fíggjarstýring
- Marknaðarføring/sølulýsing
- Bræva-skriving/mál/At skriva umsóknir
Tú fært høvið at stíga fram og lýsa egnar verkætlanir.
Starvsleið
Tú vilt fáa eina yrkisleið, ella ert áhugað/ur í sølu-tænastuvinnu ella framleiðslu.
Tú ert áhugað/ur at stovna egna fyritøku.