Miðlabreyt

Miðlabreytin


Endamál

Endamálið við hesi breyt er, at tú fært innlit í, hvussu miðlar nýta eitt nú myndir og film. Blaðskriving og heimasíðurøkt eru eisini natúrligur partur á breytini.

Tú lærir at arbeiða við keldutilfari og at gera kanningar við atliti at samfelagsviðurskiftum.


Innihald:

  •  Skeið í myndatøku og myndaviðgerð
  •  At skriva og seta upp blaðgreinar
  •  At læra at taka upp og viðgera ljóð
  •  At taka upp og viðgera filmsbrot
  •  Journalistikkur og samskifti – (útvarp, sjónvarp, bløð, internet, lýsingar)
  •  Undankanningar og framløguhættir – (research og formidling)
  •  Ungdómur og politikkur
  •  Vinna og útbúgvingarmøguleikar – útbúgvingar í Føroyum og uttanlands

Starvsleið

Breytin er fyri teg, ið hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, tíðindaflutningi, blaðskriving og at arbeiða við kunningartøkni.

Í ávísum førum verður samstarvað við aðrar breytir.