Handverksbreyt

Handverksbreyt

Endamál

Handverksbreytin er til ung fólk, ið hava hug og dirvi at royna ætlanir sínar í verki.

Tú ognar tær royndir, ið gera teg betur føran fyri at velja eina lívsleið. Tú fært medábyrgd og ert uppií at leggja til rættis allar verkætlanir.

Tú verður betur brynjað/ur at taka við teimum avbjóðingum, ið vinnan og samfelagið seta tær og fyrireikað/ur at fara út í vinnuna og samfelagið. 

Innihald

Vit fara á virkir og aðrar útbúgvingarstovnar og arbeiða við nógvum áhugaverdum verkætlanum.

Handverksbreytin er til næmingar við áhuga í alskyns handverki, og sum hava hug at gera ætlanir sínar til veruleika. 

Tær, sum:

  • Dámar at arbeiða við hondunum
  • Vilt royna at arbeiða við ymiskum tilfari t.d. træi, jarni og ymiskum prýðislutum
  • Vilt arbeiða saman við øðrum um eina størri verkætlan
  • Sum vilt verða væl brynjað/ur til tær avbjóðingar, sum vinnan hevur

Starvsleið

So hugsar tú um eina yrkisleið ella bara ert áhugað/ur í handverki, er henda breytin júst tann rætta til tín.