Royndir/próvtøkur

ROYNDARREGLUR

Uppmøting:

Næmingarnir skulu møta stundisliga - í seinasta lagi 10 minuttir áðrenn royndin byrjar. 

Fráboðast skal alt fyri eitt, um næmingurin er ov seinur. Hetta verður fráboðað leiðslu skúlans (skrivstovan tlf 302540 ella flokslæraranum). 

Royndarhaldið:

Friður skal vera í royndarhølinum, meðan royndin verður hildin. 

Næmingurin skal rætta hondina upp, um hann ynskir at spyrja um eitt hvørt, t.d. um neyðugt er at fara á wc.

Tað er ikki loyvt at tosa saman ella geva tekn ella á annan hátt samskifta við onnur, t.d. umvegis netið. Tað er ikki loyvt at hava ella brúka fartelefon í royndarhølinum. Vaktirnar í royndarhølinum savna fartelefonirnar inn; tær kunnu heintast á skrivstovuni, tá ið royndin er liðug. 

Brot á reglurnar kann hava við sær, at næmingurin verður burturvístur. 

Tað er ikki loyvt at kopiera avrik, ið onnur hava gjørt. 

Amboð at brúka:

Næmingarnir skulu hava hesi amboð við sjálvir: skriviamboð, lineal, viskileður, passara og vinkulmátara. 

Skúlateldurnar verða nýttar, tá ið roynd er. Næmingar skulu hava egnar smátalarar at brúka til teldurnar. 

Til royndina eru øll hjálparamboð loyvd, tó er ikki loyvt at brúka lummaroknara til fimisroyndina í støddfrøði. 

 

https://sprotin.fo/dictionaries?_SearchFor=&_SearchInflections=0&_SearchDescriptions=0&_Group=&_DictionaryId=1&_DictionaryPage=1&_l=fo