Sjóvinnubreyt

Sjóvinnubreyt

Ert tú ein av teimum, sum dámar væl at rokast í báti, so er sjóvinnubreytin heilt víst nakað fyri teg.

Endamál

Endamálið við sjóvinnubreytini er, at tú fært innlit og royndir, sum gera teg føra/n at røkja sjógvin, og taka røttu avgerðina á sjónum.

Hvat gera vit á sjóvinnubreytini?

  • Vit eru so nógv í báti, sum veðrið loyvir. Vit fara eftir, og hagreiða náta, royna við snøri, snellu og toska-, kalva- og hemaralínu. Vit læra at hagreiða fiskin. Í samarbeiði við køksbreytina matgera vit við tilfeinginum sjóvinnubreytin førir til lands.
  • Vit hava frítíðarsiglaraskeið, har vit læra um streym, kumpass, vitar og at seta kós. Vit læra at knýta knútar m.a. nylonknútar, so vit kunnu gera til ymiskan fiskireiðskap, spleysa og bøta trol.
  • Vit vitja virkir, sum hava við fiskivinnuna at gera, so vit fáa eitt innlit í vinnuna. 

Førleikar og framtíðin

  • Sjóvinnubreytin gevur tær eina hilling á sjólívinum, og ger teg føra/n at fara út í fjørðin, at sigla og royna trygt.
  • Tú tekur trygdarskeiðið, ið er krav at mynstra og fáa part við skipi.
  • Tú tekurfrítíðarsiglara og speedbátaprógv, ið gera teg føra/n at sigla skjóttgangandi bát og skip upp til 20 tons