Fartelefonir

Telefonpolitikkur skúlans

 

1.-3. flokkur:

Næmingarnir hava ikki telefon ella telefonur við í skúla. Foreldur kunnu ringja til flokslærara ella á skrivstovuna, um tey hava átroðkandi boð.

 

4.-6. flokkur:

Næmingarnir brúka ikki fartelefon í skúlatíð. Fartelefonin skal vera heima ella liggja sløkt í taskuni ella í jakkalummanum. Foreldur kunnu ringja til flokslærara ella á skrivstovuna, um tey hava átroðkandi boð.

 

7.-9. flokkur:

Lærari, sum hevur flokkin fyrsta tíma um morgunin, savnar telefonirnar inn, og tær verða settar í skápið í skúlastovuni, sum verður læst.

Lærarin, sum hevur næmingarnar 6.tíma, letur næmingunum telefonirnar aftur eftir loknan tíma.

Telefonirnar skulu verða sløktar ella ljóðleysar, so tær ikki órógva.

 

Um so er, at næmingur ikki heldur telfonreglurnar, so hevur lærari rætt at taka fartelefonir, sum verða brúktar. Telefonirnar verða handaðar skrivstovuni, sum bert letur tær aftur til foreldur ella onnur avvarðandi.