Boðklivin

Framløga um eina stjørnumynd

Tað fyrsta, tú ger, er at presentera teg sjálvan við navni og síðani at fortelja navnið á stjørnumyndini, tú hevur valt.

Í okkara talgildu tíð er vanligt at hava eitt Powerpoint-dokument (PPT), at stuðla upp undir framløguna, men hetta er ikki krav. Um tú brúkar PPT, ansa so eftir, at ikki hava ov nógvar síður (slides); 2-4 síður er hóskandi til longdina á hesi framløguni.

Um tú ikki ynskir at brúka PPT, ber í staðin til at finna eina mynd av stjørnumyndini - her skal tú miða eftir at velja eina greiða mynd, við ikki alt ov nógvum nøvnum og órógvi á.

Í framløguni skalt tú koma inn á, hvar á náttarhválvinum stjørnumyndin er at finna - hvørjar stjørnumyndir liggja kring tína stjørnumynd? Eisini er gott at nevna tær sjónligastu stjørnurnar (NB: summi stjørnunøvn kunnu vera eitt sindur trupul at úttala), og um onkur áhugaverd stjørnutoka (nebula) liggur í tíni stjørnumynd, vilja vit áhoyrarar fegin hoyra um tað :) Tú ert eisini vælkomin at krydra framløguna við onkrari mytologiskari forteljing frá grikkunum ella rómarunum, um tú hevur hug.

Í stuttum:

  • Títt navn
  • Navn á stjørnumynd
  • Hvar á náttarhimmalinum finna vit hana?
  • Hvørjar eru tær bjartastu stjørnurnar í myndini?
  • Eru nakrar stjørnutokur ella stjørnubreytir at finna í hesi stjørnumyndini?
  • Eru nakrar gamlar forteljingar um hesa stjørnumyndina?

Tá tú hevur sniðkað framløguna, vil eg fegin hava eitt kopi sendandi á jm1308s6@skulin.fo

 

Anfinn - Andromeda

Birita - Auriga (Vognstjórin)

Vár Siri - Cancer (Krabbin)

Andrew - Cassiopeia (Mariurokkur)

Katrin - Cygnus (Svanurin)

Ranja - Delphinus (Delfinin)

Marjun - Gemini (Tvíburðarnir)

Markus - Hercules

Marta - Leo (Leyvan)

Stefania - Orion (Kappin)

Nils - Pegasus

Bjarni - Taurus (Tarvurin)

Agnes - Ursa Major (Stóra Bjørn)