Elektronikkbreytin

Endamál:

At næmingurin fær grundleggjandi innlit í fakøkið elektronikkur. Tvs. ellæru, komponentlæru, printplátutekning, diagramm-fatan, lodding og hugskotsmenning. Eisini nakað um feilfinning á printplátum.

Stórur dentur verður lagdur á skjalfesting (Word/Google Docs), arbeiðslag og nærlagni.

Innihald:

  • Nakað av elektronikkasøgu
  • Læru um grundleggjandi komponentar og um:
    - Mótstøðu
    - Kondensatorar
    - Spolar
    - Diodur
    - Transistorar
    - Microprosessorar
    - Val av stikkarum
  • Lodding
  • Samla og lodda ymisk byggi-sett
  • Brúka Word til at gera lívið lættari
  • Forritan í Arduino at máta og stýra við
  • Hvussu ein Arduino er samansettur (hardware)
  • Tekna printplátu og bíleggja hana úr Kina (innanhýsis verkætlan, sum skal standast)

Starvsleið:

  • Elektronikkfagteknikari (lærupláss í FO, skúla í DK)
  • Elektronikverkfrøði
  • Elektrikari
  • Forritari
  • Hægri lestur innan alisfrøði, KT o.a.