Metalbreytin

Endamál:

At næmingurin fær innlit í og grundleggjandi vitan um smiðju- og maskinyrkið. Undirvíst verður soleiðis, at næmingurin fær bæði innlit í søguliga og ástøðiliga partin – men í mestan mun verkliga partin innan smiðju- og maskinyrkið, har næmingurin sleppur at royna síni handaligu evnir á verkstaðnum.

Innihald:

  • Fær grundleggjandi vitan um sveising.
  • Lærir at nýta ymisk hond- og maskinamboð.
  • Fær grundleggjandi vitan um trygd á verkstaðnum.
  • Fær grundleggjandi vitan um metalyrkið.
  • Gera onkrar smærri handaligar uppgávur.

Starvsleið:

  • Rør&blikksmið
  • Kleinsmið
  • Sveisara
  • Maskinsmið
  • Hægri lestur, so sum maskinmeistari, verkfrøðingur, framleiðslutøkningur o.s.v.