Bilbreytin

Endamál:

Endamálið við undirvísingini er at geva næminginum góða fatan av innihaldinum í fakinum. Harafturat menna vit næmingin til útbúgving í fakinum.

Innihald:

Á bildeildini hevur tú møguleika til at læra um bilar ymisku skipanirnar í bilunum. Í undirvísingini er ástøði, sum vit arbeiða víðari við á verkstaðnum.

Vit kanna mekaniska partin av motorunum, hvussu motorarnir virka og hvørja ávirkan teir hava á umhvørvið. Eisini verður undirvíst í bremsunum.

Nærum einki í bilinum virkar uttan vit hava ravmagn – komið verður víða um á økinum.

Frálæra er um løði-, startara og lyktaskipanina og verður eisini undirvíst í ellæru. Harumframt verður undirvíst í róðurgreiðunum og fjaðring. Eisini fáa næmingarnir vitan um, hvussu gearkassi og kobling virka.

Starvsleið:

  • Bilmekanikari