Filmsbreyt

Filmsbreyt

Vilt tú...

  • arbeiða við filmum, myndum, video og ljóði?
  • framleiða videoløg ella myndafrásagnir við myndum og ljóði?
  • vera leikstjóri í einum stuttfilmi ella gera tín egnu lýsing til sjónvarp?

Endamál:

At næmingar gjøgnum upplivingar, gerðir og lýsingar skulu menna sín kunnleika at skilja og nýta
miðlar. At næmingar duga at greina og gera film

Innihald:

  • Video og upptøkuteknikkur, studioupptøkur/on location
  • Talgild ljóð- og videoklipping
  • Multimediu framleiðslur
  • Hyggja at filmum

Vit fara at vitja Kringvarpið og Klippfisk umframt at vit vitja onnur støð, ið eru tengd at filmi, list og drama.

Starvsleið:

Filmsbreytin er til tín, sum kundi hugsað tær eina starvsleið innan film og sjónvarp.