Lærugreinar

Lærugreinar 7.B

Eg dugi at….

…tekna eina krossskipan

 1. ás og 2. ás            x- og y-ásin

…seta krossstøl inn í krossskipanina

            (x,y)

…avlesa krosstøl í krossskipanini

…tekna eina linjurætta funktión

                  y = ax + b

…brúka eina forskift til at tekna eina linju inn í krossskipanina

              y = x – 2 ella (x, x – 2)

…brúka ein skrokk til at rokna krosstølini hjá eini linju

…tekna eina linju beinleiðis eftir forskriftini hjá linjuni

…skilja mun á positivum halltalið og negativum halltalið

          y = 2x + 6        y = -3x + 9

…avlesa forskriftina hjá eini linju

                     y = ax + b

…síggja hvat sker um halltølini hjá tveimum linjum eru eins

            y = 2x + 3        y = 2x + 8

…síggja hvat sker um faldið á tveimum halltølum verður – 1

             y = ½x + 4    y = -2x + 4

                ½  falda við -2 = - 1

Eg dugi at...


...máta vinklarnar í einum tríkanti
...rokna meg fram til vinkul C, um eg kenni vinkul A og B
...finna vinkulhálvbýtislinjuna
...tekna umskrivaða sirkulin
...tekna tríkantar í krossskipan
...brúka eindir og deildir
...rokna víddina á einum tríkanti
...finna miðnormalin á einum linjustykki
...máta radius
...máta tvørmát
...tekna innskrivaða sirkulin

Støddfrøði

Í støddfrøði eiga næmingarnir altíð hava: blýant, linjal, passara, vinkulmátara, lummaroknara og roknihefti í A4-stødd. 

Innlatingar skula setast snøgt upp, og skrivast inn við penni á A4-ark. Á innlatingini skal standa navn, flokkur og dato ovast í høgra bredda, og síðutal skal standa niðast í høgra horni. 

 

Lívfrøði

Í lívfrøði brúka vit bókina Lívfrøði til 7. fl. og annað viðkomandi tilfar. Tit skula brúka eitt skrivihefti til uppgávur o.a.    

Næmingar frá Kaldbak, Nólsoy og Velbastað hava lívfrøði saman við okkum.