7.B

Kakulistin

7. A & B hava kakutíma saman, síðsta tíma, mánadag :) 

Alfred og Aron 

Anita og Alba

Benjamin og Finnfríði

Anna og Bára 

Finnur og Hákun

Birita og Bjørk

Jón Helgi og Oystein

Durita og Lív 

Rúnar og Hákun

Elia og Ranja  

Uni, Tórarin og Sonni

Ida og Ronja 

Natalia og Tóra 

Góðu foreldur og næmingar í 7.b  


Vælkomin aftur í skúla; so deiligt at síggja tykkum øll aftur! 

Hetta skúlaárið kemur at vera eitt sindur øðrvísi. Vit eru býtt sundur í tveir flokkar; tað skulu vit líka venja okkum við. Vit fara framvegis at hava p-fak og ítrótt saman, og so fara vit sjálvandi at hava floksveitslu, seturskúla, hugnakvøld, o.a. saman. 

 
Eisini hava vit fingið tveir nýggjar næmingar í 7. b. Tað eru Durita og Rói. Vit gleða okkum at læra tey at kenna. 
Sum nakað nýtt koma næmingar í 7. flokki á Velbastað, Kaldbak og í Nólsoy, at ganga í Eysturskúlanum nakrar tímar um vikuna. Hvønn mikudag fara tey at hava ítrótt og lívfrøði saman við tykkum, og alis- og evnafrøði saman við 7.a.  
Tað er sera umráðandi, at nýggju næmingarnir føla seg vælkomnar. Takið væl ímóti teimum, vísið teimum runt og bjóðið teimum við upp í spøl, prát o.a.    
 
Nú ganga vit í hádeildini. 
Her eru reglurnar næstan eins og í miðdeildini. Vit ganga ikki inni í skóm. Tit avgera sjálv, um tit taka inniskógvar við. Telefonirnar verða læstar í telefonkassanum í skúlatíðini.  Eins og undanfarin ár brúka vit hesa heimasíðuna, her verða skúlating, kunning, myndir o.a viðkomandi tilfar lagt út. 

 
Vónandi fáa vit eitt gott og læruríkt skúlaár! 
 
Blíðar heilsanir  
 
Henny Dánialsdóttir 
henny.danialsdottir@skulin.fo    
Tlf.nr. 252218  
 
NB! Felags foreldrafundur verður skjótt, eins og vit hava foreldraviðtalur tvær ferðir árliga. Um tað er eitthvørt, sum ikki kann bíða, kunna tit altíð senda mær ein teldupost ella eini boð, og so ringi eg til tykkara skjótast gjørligt.