Boðklivin

Viðtalur mánadagin 18. november

07.11.2019: Góðu foreldur og næmingar í 4.B!

Fyrru viðtalurnar hetta skúlaárið verða mánadagin 18. november. Í Eysturskúlanum er siðvenja, at næmingarnir eru við til viðtalurnar, og soleiðis verður eisini hesaferð. Teir lærarar, sum verða til viðtalurnar, eru:

Í stovu A4 (floksstovan hjá 4.B)

  • Lív, flokslærari, føroyskt, støddfrøði, kristni og ítrótt

 

Í stovu A3 (floksstovan hjá 4.A)

  • Carl Eli, enskt og søga
  • Joan, danskt og evning

 

Tit møta tvey samstundis og fara í hvør sína stovu. 15 minuttir eru settir av til hvønn í hvørjari stovu.

Liggur ikki fyri at koma ásettu tíðina, kunnu tit býta um innanhýsis. Sigið flokslæraranum frá, um tit býta um, ella um tað ikki liggur fyri at møta, í seinasta lagi fríggjadagin 15. november.

Blíðar heilsur

Flokstoymið í 4.B

Úrslitini frá skúlafótbóltskappingini

03.11.2019: Tað sær út til, at vit fara aftur til Suðuroyar um mánaðarskiftið mai/juni komandi ár! Tvey lið hjá okkum komu víðari til finalurnar: Eysturskúladreingir og Eysturskúlagentur 1. Úrslitini síggjast niðanfyri:

Finalistarnir hjá dreingjum í 4. flokki

Hesi fýra liðini eru komin víðari til finaluumfarið sum verður um mánaðarskiftið apríl/mai:

  • Skúlin við Løgmannabreyt: SVL3
  • Vágs Skúli: Vágsdreingir
  • Eysturskúlin: Eysturskúladreingir
  • Hoyvíkar Skúli: Hoyvíksdreingi

Finalistarnir hjá gentum í 4. flokki

Hjá gentunum í 4. flokki vunnu SVL gentur frá Skúlanum við Løgmannabreyt. Hesi eru komin í finaluumfarið hjá gentum í 4. flokki:

  • Skúlin við Løgmannabreyt: SVL gentur
  • Hoyvíkar Skúli: Tær skrøppu
  • Eysturskúlin: Eysturskúlagentur 1
  • Vágs Skúli: Vágsgentur

Úrslitið hjá blandaðum liðum í 4. flokki

Hjá blandaðu liðunum í 4. flokki komu “Tey Drúgvu” úr Hoyvíkar Skúla, SVL2 frá Skúlanum við Løgmannabreyt og Vágsbland frá Vágs Skúla víðari til finaluumfarið sum bólkavinnarar.

Harumframt kom besti 2’arin eisini til finaluna og gjørdist tað Gummibamsurnar frá Tvøroyrar Skúla.

Finalistarnir hjá blandaðum liðum í 4. flokki eru sostatt:

  • Hoyvíkar Skúli: Tey Drúgvu
  • Skúlin við Løgmannabreyt: SVL2
  • Vágs Skúli: Vágsbland
  • Tvøroyrar Skúli: Gummibamsurnar

Tit kunnu lesa meira um skúlafótbóltskappingarnar á heimasíðuni: https://skulafotboltur.fo/

Mín Jólabók 2019

30.10.2019: Nú gerast kvøldini myrk og long, og tá er hugaligt við eini góðari bók. Mín jólabók kemur út aftur í ár, og keypa tit bókina áðrenn 15. november, fáa tit hana áðrenn 1. desember. 

Mín jólabók 2019 er ein familjubók við søgum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur. 

Næmingarnir hava fingið hvør sín haldaraseðil heim við. Tað ber til at keypa bókina við at fara inn á strok.fo og gjalda við korti, ella við at lata flokslæraranum seðilin og 200 kr.

Beinleiðis leinkja til at keypa bókina er her: https://hald.bfl.fo/Home/Product/1841/M%C3%ADn%20j%C3%B3lab%C3%B3k%202019

Barnaútvarpið

28.10.2019: Hoyrdu tit barnaútvarpið í morgun? Næmingaráðið í Miðdeildini í Eysturskúlanum greiddi frá, hvussu tey arbeiða.

Okkara Anna Helena var eisini við í sendingini. Tit kunnu lurta eftir sendingini á hesi leinkjuni: https://kvf.fo/vit/utvarp/2019/10/27/nmingari-eystursklanum

Skúlafótbóltskapping í Vági

Mikudagin 30. oktobur 2019


25.10.2019: Góðu foreldur og børn í 4. flokki!


Vit møta á farstøðini mikumorgunin 30. oktobur kl. 08:15. Smyril siglir 08:45! Vit verða koyrd aftur og fram til Marghøllina við bussum. Eysturskúlin rindar ferðakostnaðin.

Smyril siglir heim kl. 18:45, og vit eru tí í Havn aftur uml. kl. 20:45.

Foreldur eru vælkomin við - men sigið okkum frá seinast mánamorgunin kl. 08:00, um tit ætla at koma við. Vit skulu nevniliga bíleggja pláss við bussi, og tískil mugu vit hava nágreiniligt tal.

At hava við:

  • Stóran og góðan matpakka og tasku (takið bæði eina hvíta og svarta t-shirt/blusu við at sparka í)
  • 60 kr. til døgurða (væntandi ein grýturættur við eplamorl). Børnini mugu siga okkum frá mánamorgunin, um tey vilja hava døgurða.
  • Gaggur ella vanligar skógvar at sparka í.
  • Skinnarar, um tit eiga slíkar.
  • Svimjiklæði og handklæði (tey, sum ætla at svimja) – kostar 20 kr.
  • Heit klæði! Marghøllin er køld, hóast tað er innandura.
  • Lummapengar (mesta lagi 100 kr.), um tit vilja keypa okkurt umborð á Smyrli ella í Vági.

 

Tey í Vági bjóða hetta:

  • Ókeypis húgvu frá Skúlafótbóltur
  • Ókeypis frukt og vatn, meðan spælt verður
  • Ókeypis møguleika at royna klatriveggin í Marghøllini

Liðini:

  • Eysturdreingir: Allir dreingirnir
  • Eysturgentur 1: Katrin, Armgarð, Erika, Barbara D., Asta, Sunniva, Anna, Gunnvá, Tanja, Anna Helena og Signa.
  • Eysturgentur 2: Lukka Maria, Cecilia, Barbara F., Lea, Maria, Naena, Fía, Ragnhild, Vár H. og Vár P. 
  • Eysturskúlabland A: Arni B., Heini, Jói, Pætur, Katrin, Armgarð, Barbara F., Erika og Maria.
  • Eysturskúlabland B: Byrgi, Julian, Paul, Valdemar, Anna Helena, Fía, Ragnhild, Signa og Tanja.

Vit gleða okkum!


Carl Eli (tlf.: 507333) & Lív (tlf.: 504045)

Rennidagurin

11.10.2019: Takk fyri ein góðan rennidag! Næmingarnir í 4. B runnu í miðal 6,6 km. Tað eru tilsamans heilir 99 kilometrar. Røsk børn!

Á heimasíðuni hjá Miðlabreytini í NámX eru ymiskar myndir frá rennidegnum. Beinleiðis leinkja til myndirnar er her: http://namx.fo/news-rennidagur.htm

Á heimasíðu Eysturskúlans eru eisini eitt sindur øðrvísi floksmyndir frá rennidegnum. Tær finna tit á hesi leinkjuni: http://www.eysturskulin.fo/?p=347

Góða heystferiu!

Kunning frá Landslæknanum um fárasjúku

10.10.2019: Ein tilburður av fárasjúku er staðfestur í Eysturskúlanum. Tí henda kunning frá landslæknanum.

 

Information om fåresyge

Der er konstateret fåresyge

 

Det anbefales:

Har man fulgt det færøske børnevaccinationsprogram, kan man regne sig for beskyttet mod fåresyge.

Der er risikoen for at få fåresyge størst, hvis man ikke er vaccineret mod fåresyge, eller hvis man ikke har haft sygdommen.

Det anbefales at de børn, der ikke har fået deres MFR-vaccination (dækker mæslinger, fåresyge og røde hunde), bliver vaccineret hos deres praktiserende læge. Desuden anbefales det at være opmærksomme på symptomer på fåresyge inden for de nærmeste uger (se symptomer nedenfor). Opstår der symptomer på fåresyge i denne periode anbefales kontakt til den praktiserende læge eller vagtlæge.

 

Symptomer på fåresyge:

Symptomerne starter typisk med ca. 1 døgn varende tiltagende utilpashed, stigende temperatur og tiltagende trykkende fornemmelse ved kæbevinklerne. De følgende dage udvikles en dejagtig hævelse af den ene eller begge ørespytkirtler, som sidder foran ørerne og oftest giver svære smerter. Almentilstanden og feberens højde kan variere en del, men i svære tilfælde er der høj feber og påvirket almentilstand i et par dage, og sygdommen er en uges tid om at klinge af. En komplikation til fåresyge er meningitis (hjernehinde betændelse), som opstår 3-10 dage efter sygdomsudbrud, og giver høj feber, hovedpine og lysskyhed. På trods af de ubehagelige symptomer er denne virale meningtitis ofte fredelig og efterlader kun yderst sjældent varige mén.

Det er vigtigt at alle børn vaccineres da fåresyge hos voksne mænd kan give sterilitet.

 

Lars Fodgaard Møller

Landslæge

Strok, Píka7 og Mín Jólabók 2019

09.10.2019: Strok og Píka7 er úti nú og er latið teimum næmingunum, sum eru haldarar. 

Í Strok hesa ferð er eitt sindur um Judo, Arktis, krossorð og ynskimyndir. Og í Píka7 er samrøða við Óla Jákup í Stóra Dímun, okkurt um flogmýs og mangt annað.

Enn ber til at halda Strok ella Píka7. Tað er sera lætt! Farið inn á strok.fo og gjaldið við kortinum og so ert tú haldari.

Allir næmingar frá 1.-8. flokk hava fingið haldaraseðil til Mína Jólabók 2019. Har eru tveir møguleikar at tekna hald. Antin við at fara inn á strok.fo ella við at lata skrivstovuni haldaraseðilin og 200 kr.

Mín jólabók kemur í skúlan um 15. november.

Minnist til endurskin

08.10.2019: Bræv frá skúlastýrinum:

Góðu foreldur

Hetta er ein lítil heilsan frá okkum í skúlastýrinum fyri Eysturskúlan. Vit hava, síðani vit tóku við í stýrinum, verið í støðugum samskifti við býráðið um at bøta um ferðsluviðurskiftini við Eysturskúlan.

Ikki tykkum at siga, so er hesin trupulleikin størstur um morgunin við skúlabyrjan. Serliga hesa myrku árstíðina kann tað vera ein avbjóðing hjá børnunum í ferðsluni. 

Okkara vón er, at tað fer at eydnast okkum, saman við býráðnum, at bøta um viðurskiftini rundan um skúlan, so skúlavegurin kann gerast tryggari.

Men til vit eru komin á mál, fara vit at heita á tykkum um at lata børn tykkara í endurskin, so tey síggjast betri myrku morgnarnar. Eisini heita vit á tykkum at vera serstakliga varin, tá tit seta børn tykkara av. Her eru nógvir bilar og nógv børn, ið skulu framvið, og ert tú ikki nóg umhugsin, kann tín bilur forða fyri útsýninum hjá hinum bilunum, so børnini, sum skulu yvir um vegin, ikki síggjast. 

Kærar heilsanir

Foreldraumboðini í skúlastýrinum

Fía, Jákup og Magni

Her er Janko

03.10.2019: Fleiri tykkara hava óivað hoyrt um nýggja vinin í flokkinum. Hetta er Janko, maskotturin hjá 4.B. Janko býr í floksstovuni og eitur eftir apuni Janko í bókini "Frændaleysur" eftir Victor Hugo.

Janko sleppur upp í part viðhvørt, tá vit hava floksins tíma, og annars er hann altíð góður og bleytur at klemma.

Lesivika í Miðdeildini

30.09.2019: Hesa vikuna hevur Miðdeildin lesiviku við føgrum bókmentum. Hetta merkir, at allir næmingar í Miðdeildini lesa føroyskar, fagrar bókmentir í ein hálvan tíma hvønn dag í skúlanum.

Barnatannrøktin vitjar

12.09.2019: Í dag var Emi frá barnatannrøktini og vitjaði 4. flokkarnar. Hon greiddi frá, hvussu umráðandi tað er at busta tenn hvønn dag og at vit mugu minnast til at brúka tanntráð. Børnini vóru røsk at lurta, og tey høvdu nógvar spurningar, tá ið framløgan var liðug.

Emi er omma Noomi, og omman mátti sjálvandi fáa eitt klemm, áðrenn hon fór avstað aftur. :-)

Sangløta í 4.A og 4.B

02.09.2019: Í dag var fyrsta sangløtan hjá 4. flokki. Børnini (og lærararnir) sungu væl við! Hetta verður afturvendandi tiltak. Felags sangløta verður annanhvønn mánadag.

Felags foreldrafundur týskvøldið 3. september kl. 19

Týskvøldið 3. september kl. 19 verður felags foreldrafundur í Miðdeildini (4.-6. flokk). Byrjað verður við felags kunning í skúlahøllini, og farið verður síðan í flokshølini.

Nýggj floksumboð vald

Allir flokkarnir í Miðdeildini (4.-6. fl.) skulu velja eitt floksumboð og eitt varaumboð, sum saman við hinum floksumboðunum fara at manna Næmingaráðið í Miðdeildini.

Í 4.B vóru átta, sum stillaðu upp. Áðrenn valið hildu tey eina røðu, har tey greiddu frá, hvat tey kundu hugsað sær at gera, um tey vórðu vald.

Fínteljingin vísti, at Anna Helena og Sunniva fingu líka nógvar atkvøður í part. Lutakast mátti til, og úrslitið bleiv, at Anna Helena er floksumboð, og Sunniva er varafloksumboð.

Til lukku við valinum!

Barnabløðini Strok og Píkasjey

Tekna hald til bløðini á hesi leinkjuni: https://hald.bfl.fo/

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur út. Á heimasíðuni skriva tey soleiðis um bløðini bæði:

Árshald av STROK
Í STROK kanst tú lesa um alt frá vinarlagi og kærleika til ítrótt, tíðindi, søgur, kelidjór, plantur, mat, ítriv, og skemtisøgur. Her er pláss fyri øllum, stórum sum smáum: Hvussu verður olja gjørd? Nær verður man forelskaður? Hví geispa vit? Hugskotini eru nógv, og eisini frá tykkum lesarum.

Í fleiri enn 60 ár hevur barnablaðið STROK verið ein góður vinur hjá børnum og ungum – og soleiðis verður eisini í framtíðini!

250 kr um árið.

 

Árshald av Píkasjey
Gongur tú í skúlabólki, forskúla ella ert tú farin í skúla? So er Píkasjey heilt víst eitt blað fyri teg.

Í blaðnum kanst tú lesa um ymisk dýr og nógv annað spennandi og stuttligt. Vit práta eisini við børn um ymiskt, sum tey gera. Og so eru søgur, ítriv og nógvar uppgávur bara til tín at hugna tær við.

250 kr um árið.

Matarskipan

Eysturskúlin hevur avtalu við matpakkin.fo, har til ber at bíleggja mat, sum næmingarnir fáa í matarsteðginum. Sí leinki:

https://matpakkin.fo/