Kunngerðir

Kunngerð nr. 68 frá 9. juni 2010 um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingum í skúlatíðini

Við heimild í § 60 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 28. apríl 2009, hevur landsstýrismaðurin fyrisett:

Innleiðing

§ 1. Við støði í meginreglum ásettum í hesi kunngerð ger skúlastýrið reglur um fyriskipanir til at fremja gott skil í skúlanum, um umsjón við næmingunum í tímum, fríkorterum, matarsteðgi o. ø. og um trivnaðarætlan skúlans, serliga viðvíkjandi happing.

Stk. 2. Reglurnar sbrt. stk. 1 skulu gerast soleiðis, at tær taka støði í viðurskiftunum á staðnum. Tær eiga at taka atlit at

1) aldri og førleika næminganna,
2) virksemi næminganna og
3) skúlaumhvørvi.

Stk. 3. Námsfrøðiliga ráðið skal hava uppskotið til reglurnar sbrt. stk. 1 til ummælis.

§ 2. Skúlaleiðslan hevur ábyrgd av at seta fyriskipanirnar í verk og skipa umsjónina millum starvsfólk skúlans.

Umsjón

§ 3. Skyldan hjá skúlanum at hava umsjón við næmingunum, tá ið næmingarnir eru á skúlans øki, byrjar 10 minuttir, áðrenn undirvísingin byrjar og heldur uppat 10 minuttir eftir seinasta tíma hjá næminginum.

Stk. 2. Um næmingar møta meira enn 10 minuttir áðrenn tíðina, ella mugu bíða í skúlanum aftan á vanliga skúlatíð orsakað av, at skipaði næmingaflutningurin ikki hevur beinleiðis samband við skúlatíðina, skal kommunustýrið gera serliga avtalu við skúlaleiðsluna um, hvussu umsjónin verður framd.

Umsjónarøkið

§ 4. Skúlin hevur skyldu til at hava umsjón við næmingunum, sum eru á skúlans øki.

Stk. 2. Vegurin millum heim og skúla er ikki íroknaður umsjónarøkið.

Stk. 3. Um undirvísing fer fram í hølum/økjum, sum eru burtur frá skúlanum, skal umsjón vera í hesum hølum/økjum og í sambandi við felags næmingaflutning millum skúlan og hesi høli/øki.

Stk. 4. Umsjón skal vera við næmingum, tá ið teir taka lut í skúlatiltøkum uttan fyri skúlans øki.

Stk. 5. Skúlaleiðarin kann í serligum førum gera undantak frá reglunum í §. 4, stk. 3 og 4.

Umsjónarreglur

§ 5. Tann einstaki lærarin hevur umsjón við næmingunum í tímunum.

Stk. 2. Tá ein flokkur fær undirvísing í fleiri bólkum, kann umsjónarskyldan verða framd við vegleiðing lærarans.

Stk. 3. Bara í undantaksføri eiga næmingar at fáa loyvi til at fara út um skúlans øki í skúlatíðini. Í hesum førum eiga teir at fáa vegleiðing frá læraranum, áðrenn teir fara av skúlans øki, sbr. tó § 7, stk. 1.

Stk. 4. Umsjónarskyldan hjá lærara forðar ikki fyri, at einstakir næmingar, sum órógva undirvísingina, verða útihýstir frá restini av einum tíma, men lærarin hevur framvegis ábyrgd av umsjónini við næmingunum.

Stk. 5. Ábyrgdin fyri umsjónini við næmingunum kann við avtalu flytast millum starvsfólk skúlans.

§ 6. Tá ið undirvíst verður í lærugreinum, har serligur vandi kann standast av umstøðunum, hevur skúlin skyldu til at vera serliga ansin. Hetta er galdandi, tá ið undirvíst verður í alis- og evnafrøði, náttúra og tøkni, træsmíð, heimkunnleika, fimleiki, ítrótti, svimjing o. ø.

§ 7. Skúlaleiðarin kann gera av, at næmingar í 8. - 10. flokki hava loyvi at fara út um skúlans øki í føstu frítímunum.

Stk. 2. Skúlaleiðarin kann gera av, at reglurnar sbrt. stk. 1 eisini eru galdandi í fríkorterum og frítímum, sum vanliga ikki eru í tímaætlanini.

Stk. 3. Skúlaleiðarin kann í serligum førum nokta næmingum at fara út um skúlans øki í undirvísingartíðini.

§ 8. Tá ið skúlin skipar fyri tiltøkum uttan fyri skúlans øki, hava lærarar skyldu til at hava umsjón við næmingunum. Umsjón skal vera við næmingum, sum fara útferðir, vitja virki, eru í setursskúla, eru á ítróttarferðum o.a.t.

§ 9. Tá ið næmingar eru í starvsvenjing, hevur skúlin ikki umsjónarskyldu.

Stk. 2. Um skúlin veit um viðurskifti, sum kunnu skaða næmingin á arbeiðsplássinum, hevur leiðsla skúlans skyldu til at gera vart við viðurskiftini hjá rætta viðkomandi.

Stk. 3. Leiðsla skúlans skal kanna eftir, um kommunan hevur tryggjað næmingarnar, eisini í starvsvenjingartíðini.

§ 10. Lærarar, sum eru varugir við viðurskifti á skúlans øki, sum kunnu verða vandafull fyri næmingar, skulu beinanvegin siga skúlaleiðaranum frá hesum.

Atferðarreglur

§ 11. Hesar reglur áseta karmarnar fyri, hvussu langt kann verða farið í royndunum at fáa næmingin at halda fyriskipanir skúlans.

Stk. 2. Skúlastýrið skal við grundarlagi í hesum meginreglum áseta reglur fyri atferð og góðum skili og reglur um, hvussu skúlin kann fyribyrgja happing.

Stk. 3. Skúlaleiðarin tekur í hvørjum einstøkum føri eftir samráð við lærarar næmingsins og foreldrini avgerð um at seta tiltøk í verk.

§ 12. Foreldur, næmingar og lærarar eiga at samstarva í royndunum at skapa góð viðurskifti í skúlanum.

Stk. 2. Um næmingur ikki heldur reglurnar, eiga lærarar at tosa við næmingin og foreldrini fyri at fáa fatan av, hvør orsøkin er til trupulleikarnar. Skúlin eigur altíð at samstarva við heimið, tá ið næmingar ikki halda reglurnar.

§ 13. Næmingur kann verða fluttur úr sínum flokki í annan flokk einstakar tímar ella restina av skúladegnum, um so er, at lærarin í samráð við skúlaleiðaran heldur, at hetta er neyðugt, fyri at undirvísingin kann fara fram í friði og náðum.

§ 14. Um so er, at næmingur hóast samrøður, átalur og ávaringar ikki heldur fyriskipanir skúlans, kunnu hesi tiltøk verða sett í verk:

1) Taka samrøðu við foreldrini so tíðliga sum gjørligt í 1. og 2. flokki, tá ið næmingur sýnir óhøviskan atburð.
2) Næmingur í 3. - 10. flokki verður frítikin fyri undirvísing í upp til eina viku.
3) Næmingur í 3. - 10. flokki verður fluttur í ein samsvarandi flokk í sama skúla.
4) Næmingur í 3. - 10. flokki verður fluttur í ein samsvarandi flokk í øðrum skúla í kommununi ella eftir avtalu við kommunustýrið í aðrari kommunu.
5) Næmingur í 10. flokki verður útskrivaður úr skúlanum.

§ 15. Um næmingur ikki kann fylgja undirvísingini, sbrt. § 14, nr. 2 og 3, skulu foreldrini hava boð frammanundan. Næmingur kann bert í serligum føri verða frítikin fyri undirvísing meira enn tvær ferðir í einum skúlaári.

Stk. 2. Um næmingur varandi verður fluttur í ein samsvarandi flokk í sama skúla sbrt. § 14, nr. 3, skulu foreldrini skrivliga hava havt høvi til at siga sína hugsan um flytingina.

Stk. 3. Um næmingur verður fluttur í annan skúla, sbrt. § 14, nr. 4, skulu foreldrini og skúlaleiðarin í tí skúlanum, sum tekur ímóti næminginum, góðtaka flytingina.

Stk. 4. Fæst ikki samtykki frá foreldrunum, kunnu skúlaleiðararnir, eftir at hava kunnað skúlastýrini í báðum skúlunum, taka avgerð um flytingina smbr. § 14, nr.4.

§ 16. Skúlaleiðarin tekur eftir tilráðing frá flokstoyminum avgerð um at útskriva næming í 10. flokki smbr.

§ 14, nr. 5. Næmingurin og foreldrini skulu frammanundan hava høvi at siga sína hugsan um útskrivingina.

Stk. 2. Skúlin skal áðrenn útskrivingina vegleiða næmingin og foreldrini í møguligum útbúgvingar- og starvsmøguleikum.

§ 17. Tað er ikki loyvt at nýta likamliga revsing.

Stk. 2. Tað er tó loyvt at forða næmingi í at nýta harðskap móti øðrum, ella forða herverki ella skaða á bygningar og lutir.

Stk. 3. Um atgerð hevur verið nýtt móti næmingi sbrt. stk. 2, kann lærari alt fyri eitt útihýsa næminginum frá undirvísingini, og skal lærarin boða skúlaleiðaranum frá tilburðinum.

Stk. 4. Skúlaleiðarin boðar beinanvegin foreldrunum frá tilburðinum

Stk. 5. Eftir at hava hoyrt foreldrini, tekur skúlaleiðarin avgerð um, hvørji tiltøk skulu verða sett í verk.

§ 18. Um skúlaleiðarin eftir samráð við lærarar metir, at atferðartrupulleikarnir hjá næmingi eru elvdir av fakligum, sosialum ella kensluligum orsøkum, skal skúlin venda sær til Sernámsdepilin/NSR-tænastuna ella/og teir almennu myndugleikarnar á staðnum fyri at fáa samstarv um, hvør hjálp kann verða veitt næminginum.

Stk. 2. Áðrenn skúlin vendir sær til almennar myndugleikar, skulu foreldrini verða hoyrd um ætlanir skúlans.

§ 19. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fara úr gildi rundskriv nr. 1 frá 12. januar 1994 um arbeiðsnáðir og gott skil í fólkaskúlanum og rundskriv nr. 1 frá 16. februar 1995 um umsjón við næmingum í skúlatíðini.

Kunngerð nr. 69 frá 9. juni 2010 um skúlavegleiðing

Við heimild í § 24 stk. 2 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 28. apríl 2009, verður ásett:

§ 1. Skúlaleiðarin setur ein av lærarum skúlans sum skúlavegleiðara.

Stk. 2. Skúlar kunnu hava felags skúlavegleiðara og tilfarssavn.

§ 2. Skúlavegleiðarin skal hava staðið skúlavegleiðaraútbúgving.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingini um útbúgving smbrt. stk.1.

§ 3. Skúlavegleiðarin skipar fyri ráðgevingini og leiðbeiningini í samstarvi við leiðsluna og flokslæraran.

Stk. 2. Skúlavegleiðarin skal eisini samstarva við

1) aðrar útbúgvingar- og skúlavegleiðingarskipanir,
2) partarnar á arbeiðsmarknaðinum,
3) sernámsfrøðiligu skipanina og
4) foreldrini.

§ 4. Skúlavegleiðarin skal skipa fyri og hava um hendi tilfarssavn á hóskandi staði.

Stk. 2. Ásetingarnar um tilfarssavn, sbrt. stk. 1, kunnu lúkast við avtalu við skúlabókasavn ella annað bókasavn.

Stk. 3. Skúlavegleiðarin skal hava hóskandi skrivstovuhøli og amboð til taks innan arbeiðsøki sítt.

§ 5. Í hvørjum sjálvstøðugum skúla, sum hevur næmingar í 6. skúlaári ella eldri, verður skipað fyri skúlavegleiðing.

§ 6. Skúlavegleiðingin skal ráðgeva og leiðbeina næmingar í sambandi við útbúgvingar- og starvsval teirra og skipa arbeiðið í tráð við læruætlanir og ásetingar, sum hava heimild í § 8, stk. 1 nr. 3 í fólkaskúlalógini í kravda undirvísingarevninum útbúgvingar- og vinnulívskunning.

§ 7. Næmingar hava rætt til ráðgeving og leiðbeining í sambandi við útbúgvingar- og starvsval teirra.

Stk. 2. Næmingar, ið fara í starvsvenjing, skulu frammanundan hava kunning um arbeiðsmarknaðin og persónliga eftirmeting eftir starvsvenjingina.

§ 8. Ráðgevingin og leiðbeiningin fyri næmingar í 6. til 10. árgangi um útbúgvingar- og starvsval verður skipað sum felags undirvísing, ráðgeving og leiðbeining fyri bólkar og sum einstaklingaráðgeving og leiðbeining.

Stk. 2. Felagsráðgevingin og leiðbeiningin fatar um hesi evni:

1) Valgreina- og breytatilboð skúlans.
2) Onnur undirvísingartilboð enn fólkaskúlin.
3) Møguleikar at lúka undirvísingarskylduna.
4) Skipan, upptøkukrøv, møguleikar o.a. í útbúgvingarverkinum.
5) Vinnu- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti.

Stk. 3. Einstaklingaráðgevingin og leiðbeiningin fatar um hesi evni:

1) Vegleiðaraarbeiði í skúlanum.
2) Útbúgvingar- og virkisætlan fyri tann einstaka.
3) Vegleiðing í sambandi við at velja vallærugrein og breyt.
4) Vegleiðing til næmingar við serligum tørvi.
5) Vegleiðing í sambandi við, at næmingur fer úr skúlanum í ótíð.

§ 9. Starvsvenjingin skal m.a. geva næmingum:

1) kunning um arbeiðsmarknaðin,
2) møguleika at royna ymisk arbeiði,
3) møguleika at taka lut í dagliga virkseminum á einum arbeiðsplássi og
4) betri førleika at velja útbúgving ella starv.

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.