Netmiðlan 2 t/v

Net-miðlan

Næmingarnir nema sær almennar førleikar innan online heimin.

Arbeitt verður við sosialum miðlum og teirra leikluti í gerandis- og í vinnulívinum. 

Siðbundin marknaðarføring er avloyst av persónligari marknaðarføring, har brúkarin við cookies og øðrum hjálpitólum fær sín profil. Næmingarnir arbeiða við Google, Facebook og øðrum skipanum, har teir verða skrásettir og fáa ein profil. 

Harumframt verður arbeitt við heimasíðum, har kunnað verður um snið, innihald og tøknina í síni heild. 

70-80% av internetferðsluni er umvegis fartelefonina. Fartelefonin er tí partur av frálæruni í KT-kunningini.