KT-breyt

KT-breyt

Endamál

KT breytin er til tín, sum hevur áhuga fyri KT og ynskir at menna tínar førleikar á hesum spennandi øki.

KT er í støðugari menning og broytist allatíðina. Undirvísararnir koma úr føroysku KT vinnuni og hava góðan kunnleika til tey rák innan KT, sum gera seg galdandi beint nú og í nærmastu framtíð.

Undirvísingin er løgd til rættis so næmingurin tað mesta av tíðini arbeiðir sjálvur ella saman við øðrum um finna loysnir til ítøkiligar avbjóðingar.

Innihald

Á KT breytini sleppur tú at royna teg innan hesi øki:

  • Teldur og tólbúnaður. Vit taka teldur sundur og læra, hvussu tær eru settar
    saman og arbeiða.
  • Microsoft Office. Lær at brúka amboðini Excel, Word, PowerPoint, Outlook
    v.m. Hesi amboð verða brúkt dagliga í flest øllum fyritøkum og stovnum. Førleikar í hesum amboðum kanst tú brúka bæði í víðari útbúgving og á
    starvsleiðini.
  • Forritan. Tú lærir um forritan og roynir at menna tíni egnu forrit.

KT-breytin er ikki ein “gamara”-breyt (spælibreyt). Fyri luttøku er tað ein treyt, at næmingarnir hava áhuga í hard- og software.

Starvsleið

Tú fær vitan og royndir, sum kunnu hjálpa tær víðari til eina KT útbúgving og yrkisleið innan KT.