Meginreglur um virksemi Eysturskúlans

Sambært § 53. ásetur skúlastýrið meginreglur um virksemi skúlans, smb. § 55, 4. stk., herímillum um:

1) undirvísingarætlan skúlans, smb. § 22,
2) arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
3) samarbeiðið ímillum skúla og heim,
4) fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini,
5) næmingafráverur,
6) foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a. 

1) Meginreglur fyri undirvísingarætlan skúlans

Mentamálaráðið hevur sett arbeiðsbólk at gera undirvísingarætlan. Henda undirvísingarætlan verður galdandi fyri allar fólkaskúlar.

2) Meginreglur fyri arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina

  • Lærari undirvísir í sínum linjulærugreinum
  • Flokslærarin er inni í sínum flokki hvønn dag
  • Sami lærari hevur flokkin 2 teir fyrstu tímarnar á morgni
  • Skúlin er skipaður í 6 sjálvstøðug toymi:
    • Innskúlingin (1., 2. og 3. flokkur)
    • 4. og 5. flokstoymið
    • 6. og 7. flokstoymið
    • 8. flokstoymið
    • 9. flokstoymið
    • 10. flokstoymið
  • Lærari arbeiðir burturav í einum toymi
  • Toymini eru samansett soleiðis, at bæði kynini eru umboðað, samstundis sum starvsaldurin er ymiskur
  • Skúladagurin byrjar við morgunsangi kl. 8.00
  • Allir flokkar byrja kl. 8.00
  • Flokkar hava samanhangandi tímatalvu soleiðis, at allur flokkurin ikki hevur frí mitt á degi
  • Skipað verður fyri undirvísingartilgongdum, har samstarvað verður tvørturum flokkar og lærugreinir
  • Allir flokkar skulu arbeiða verkætlanarkent minst einaferð um árið
  • Skipan av skúladegnum:
    • 1. + 2. tími 08.00 – 09.30
    • Fríkorter 09.30 – 10.00
    • 3. + 4. tími 10.00 – 11.30
    • Matarsteðgur + fríkorter 11.30 – 12.00
    • 5. tími 12.00 – 12.45
    • Fríkorter 12.45 – 12.55
    • 6. tími 12.55 – 13.40
    • Fríkorter 13.40 – 13.50
    • 7. tími 13.50 – 14.35
    • Fríkorter 14.35 – 14.40
    • 8. tími 14.40 – 15.25

3) Meginreglur fyri samarbeiðið ímillum skúla og heim

  • 1 felagsforeldrafundur í flokkinum, sum skal verða áðrenn 20. september
  • 2 viðtalur, har foreldur og næmingar møta til viðtalu
  • Ársætlan verður latin heimunum við skúlaársbyrjan
  • Kunningarfaldari verður latin heimunum
  • Boð- og setningsbók til allar næmingar til dagligt samskifti
  • 3 foreldraumboð vald fyri hvønn flokk
  • Skúlin fær teldupostaddressu og fartfl. nr. hjá øllum foreldrum
  • Lærarar samskifta við heimini umvegis heimasíðuna ella og við teldupost
  • Skúlastýrið skipar fyri 1 felagsforeldrafundi
  • Skúlastýrið skipar fyri ”Opið hús” fyri næmingum í 1. til 7. flokk, har foreldrini eru vertir í avvarandi flokki
  • Við skúlaársbyrjan skipar skúlastýrið fyri felagsfundi um samstarv við foreldur at næmingum í 1. og 8. flokki

4) Meginreglur fyri fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini

  • Á 2 viðtalum, har lærarar kunna um fakliga støði og arbeiðslag
  • Flokslærarin kunnar um, hvussu næmingurin klárar seg sosialt
  • Ummælisbók frá 7. flokki, 3 ferðir um árið
  • 4. og 6. flokkur eru til landsroynd. Heimini verða kunnað um úrslitið hjá teirra næmingi.
  • Lærarar skipa fyri, at næmingar seta sær faklig og sosial mál við skúlaársbyrjan. Hesi verða umrødd á foreldra- næmingaviðtalum
  • Næmingar, sum fáa tilboð um serligt undirvísingarátak, hava skrivliga váttan við heimanífrá.

5) Meginreglur fyri næmingafráverur

  • Í 1. til og við 7. flokki verður fráveruprotokoll førd hvønn morgun
  • Í framhaldsdeildini verður fráveruprotokoll førd hvønn tíma
  • Næmingur, sum kemur ov seint verður skrásettur
  • Næmingur, sum ikki er til morgunsang, verður skrásettur ov seinur
  • Til foreldraviðtalurnar tosar flokslærarin um uppmøting
  • Næmingar í 7. til 9. flokk, fáa uppgerð um uppmøting í ummælisbókina
  • Er næmingur burtur, skal skrivlig frágreiðing avleverast, tá næmingurin kemur í skúla aftur

6) Meginreglur fyri foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a

  • Fyrsti foreldrafundur í skúlaárinum er ein felagsfundur, sum skal verða áðrenn 20. september
  • Hvørt skúlaár eru 2 viðtalur, har foreldur og næmingar møta til viðtalu
  • Skúlin skipar fyri rennidegi í oktober
  • Skúlin skipar fyri jólahaldi
  • Skúlin skipar fyri føstulávintshaldi
  • Skúlin rindar fyri eitt árligt mentunarligt tiltak pr. flokk
  • 5. og 8. flokkur skulu á seturskúla
  • 2 lærarar fara við flokki á seturskúla, helst ein av hvørjum kyni
  • Næmingar í 9.flokki fara í starvsvenjing í 14 dagar áðrenn ársskiftið