Viðtøkur fyri foreldraumboð

Viðtiknar á skúlastýrisfundi 24.04.2012.

  1. Foreldraumboðini hava til endamáls at røkja áhugamál, sum kunnu verða børnunum og skúla at gagni.
  2. Valið til foreldraumboð fer fram á foreldrafundi í flokkinum í september mánað á hvørjum ári. Tó verða umboð fyri 1. flokk vald í mai/juni.
  3. Í minsta lagi 3 foreldraumboð verða vald fyri hvønn flokk.
  4. Øll foreldraumboðini eiga ikki at verða skift út samstundis. Foreldraumboð, sum fara frá, hava skyldu at handa møguligt tilfar víðari til nýggju umboðini. Eisini skal kunnast um hesar viðtøkur viðv. uppgávuna hjá foreldraumboðunum. Foreldraumboðini hava ábyrgd av, at dagførdur listi við t-post adressum hjá øllum foreldrum í flokkinum verður latin skrivstovu skúlans, tá nýtt skúlaár byrjar.
  5. Persónsmál skulu ikki leggjast fyri foreldraumboð ella skúlastýrið til viðgerðar. Tey kunnu skriftliga handast foreldraumboðum ella skúlastýrið, sum bera tey víðari á rætta stað.
  6. Foreldraumboðini eru millumlið millum skúlastýrið og foreldrini. Skúlastýrið samskiftir við foreldrini umvegis foreldraumboðini.
  7. Foreldraumboð úr øllum flokkum luttaka á einum árligum felags fundi, sum skúlastýrið skipar fyri um heystið.
  8. Foreldraumboðini hava til uppgávu at skipa fyri einum parti av fyrsta felags foreldrafundinum, sí uppskot niðanfyri. Til ber at heita á SSP, kostfrøðing, heilsusystir, sálarfrøðing ella onnur at halda fyrilestur um viðkomandi evni.

Reglugerð í samband við námsferðir í Eysturskúlanum.

  • Skulu næmingar at ferðast í skúlatíð, skal ferðin verða í skúlahøpi.
  • Er ferðin uttanlands, skal avgerðin takast í felag millum heim og skúla.
  • Ferðin skal verða við í ársætlanini fyri flokkin.
  • Skrivlig umsókn skal latast leiðsluni við skúlaársbyrjan. Skrá fyri túrin skal fylgja við umsóknini, og fakliga innihaldið skal lýsast og síggjast aftur í ársætlanini.
  • Tveir lærarar skulu við flokki uttanlands, helst ein av hvørjum kyni.
  • Heim og skúli semjast um fígging.
  • Fíggjarligar umstøður skulu ikki forða næmingi at sleppa við.
  • Lærari eigur ikki at hava útreiðslur í samband við námsferðir
  • Næmingur, sum ikki fer við, hevur ikki frí.
  • Ferðafrásøgn skal latast leiðslu skúlans í seinasta lagi 14 dagar eftir heimkomu.