Góður foreldur
Sum eina roynd at betra um ferðslutrygdina hjá okkara yngstu næmingum, fara vit eftir heystfrítíðina at steingja portrið í Lítlagarði; portrið, sum gongur beint út á vegin (ovasta partin av Tórgarðsgøtu). Tað kemur onkuntíð fyri, at næmingarnir renna beint út úr garðinum, og tá eru tey beint úti á vegnum; og um morgunin er nógv ferðsla á hesum økinum; børnini eru smá og síggjast ikki altíð so væl.
Børnini skulu nú ístaðin brúka portrið, sum vendir vestureftir (niðan ímóti grøna økinum og spælitorninum omanfyri skúlan)
Vit royna hetta fyrst í 14 dagar, og so eftirmeta vit, um vit skulu lata portrið uppaftur, ella at hetta var ein góð loysn.
Tit, foreldur, eru hjartaliga væl komin at siga, hvat tit halda, tá ið vit hava roynt hetta í 14 dagar.
Blíðar heilsanir
Skúlastjórin og skúlastýrið