Eitt sindur um skipanina í grunddeildina og miðdeildini í Eysturskúlanum 

Grunddeildin í Eysturskúlanum – t.v.s. 1., 2., og 3. flokkur - er skipað soleiðis, at næmingarnir ikki verða býttir í flokkar beinanvegin. Tey verða bólkað, og bólkarnir broytast, so hvørt, næmingar og lærarar koma at kennast. Endamálið er, at trivnaður og læring ganga hond í hond, og flokkurin skal ikki vera forðingin.

Endamálið er eisini, at við hesi skipan, skapa vit umstøðurnar fyri næmingalagaðari undirvísing, tí fleiri starvsfólk eru um næmingarnar. Til ber eisini at flokka næmingarnar í ymiskar bólkar, alt eftir førleikum í ávísum lærugreinum.

Tá næmingarnir koma upp í miðdeildina, t.v.s. 4. flokk, býta vit tey upp í tveir flokkar. Grundgevingin fyri, at tey nú verða býtt sundur, er, at tey fáa alsamt fleiri lærugreinir, samstundis sum næmingarnir nú eru størri og fylla meira, soleiðis at trupult er at hava tey í einum stórum hópi.

Meðan innskúlingin er skipað soleiðis, at flokkurin er stórur við møguleika at býta upp í ymiskar bólkar, so er miðdeildin skipað við tveimum flokkum, sum hava møguleika at lata hurðar upp og samstarva.