Boðklivin

Ny diktat for alle A

Næmingarnir eru nú lidnir við at diktatbókina og hava fingið hana heim við. Eg vil mæla foreldrunum til at hyggja hana ígjøgnum og tosa við børnini um at lesa upp á heima. Í skúlanum nýta vit tríggjar strategiir, tá vit skriva diktat:

1. Set striku undir tey orð, tú ivast í, meðan vit skriva.

2. Nýt orðalistan aftast í bókini til, tá diktatin er skrivað.

3. Les diktatina ígjøgnum tríggjar ferðir og set eina striku fyri hvørja ferð, hon er lisin.

Minnið børnini á at nýta hesar strategiir.

Vinaliga

Randi

Broytt tímatalva

Tímatalvan er broytt soleiðis, at 3. og 4. tíma mikudag hava vit kristni og føroyskt 6. tíma.

Heimaarbeiði

Alt ov nógv gera ikki sítt heimaarbeiði - mánadagin vóru 10 næmingar, sum ikki høvdu gjørt heimaarbeiðið og mikudagin 7. Hetta eigur at fáast í rættlag.

Evnisvika

Frá 19.11. - 23.11. hava allir næmingar í Eysturskúlanum evnisviku hvønn dag frá kl. 8-13. Í taskuni skal vera matpakki og vælútgjørdur pennahúsi (saksur, límstift, litir....).

Skrubb staðfest í skúlanum

Ræðusøga/stílur

  • Til søguna skulu tit nýta Nem í fimta, tankakort, persónskort og arbeiðsheftið
  • Les søguna fyri einum vaksnum
  • Set punktum
  • Skriva við stórum eftir punktum
  • Minst til ", tá tað er beinleiðis tala
  • Kanna, um setningarnir ljóða rætt
  • Sprota orð ella spyr ein vaksnan
  • Foreldur ella onnur kunnu hjálpa við søguni, staving osfr.
  • Tit velja sjálvi, um tit skriva á teldu ella í hefti
  • Um tit skriva á teldu, kunnu tit senda søguna til randi.bjoerk@skulin.fo

Eg gleði meg at lesa søgurnar!

Randi

Kaku- og frukttími

Vit fara at hava kaku ella frukt tíma annanhvønn mánadag. Sí vikuætlanina.

Randi

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur fyri miðdeildina verður í A-lonini hóskvøldið 13.9. kl. 19.

Útferð til Nólsoyar

Sí vikuætlan. 

Útferð týsdagin

Týsdagin, 21/8 fara allir næmingar og lærarar Eysturskúlans ein dagstúr. Vit ætla at ganga upp á Kirkjubøreyn og eitt sindur suðureftir til vatnið.

 Allir næmingarnir møta á krossinum týsmorgunin kl. 8.00. Tað er, har gamli Velbastaðvegur og vegurin út á Norðasta horn møtast - haðani farið verður til gongu. (Tvs. at næmingarnir møta ikki í skúlanum)

 Børnini skulu hava góðan matpakka og okkurt at drekka við sær og annars vera ílatin eftir veðrinum.

 Veðurforsøgnin er eitt sindur skiftandi í løtuni. Beint nú sigur hann turt og gott veður, og sólin skínur av og á. Men allarhelst er ov tíðliga at spáa um veðrið, og tískil er av stórum týdningi, at tit fylgja við her á heimasíðuni, um so er, at vit noyðast at broyta ætlan.