5. B

Tilburðir av skrubb staðfestir í skúlanum

sí boðkliva

 

Foreldraumboð

Barbara (mamma Súnu), Birita (mamma Rók) og Guðrið (mamma Rósu)

Filmskvøld

Felags filmskvøld fyri 5.a og b verður mánakvøldið 1.10. Nærri kunning seinni.

Foreldraviðtalur


Viðtalur verða 3.10. frá kl. 15.00. Næmingarnir hava fingið eitt yvirlit heim við.

Sí boðklivan.

Felags foreldrafundur

13.9. kl. 19 verður felags foreldrafundur í miðdeildini.

Vinaliga

Randi

Útferð

Týsdagin, 21/8 fara allir næmingar og lærarar Eysturskúlans ein dagstúr. Vit ætla at ganga upp á Kirkjubøreyn og eitt sindur suðureftir til vatnið.

 Allir næmingarnir møta á krossinum týsmorgunin kl. 8.00. Tað er, har gamli Velbastaðvegur og vegurin út á Norðasta horn møtast - haðani farið verður til gongu. (Tvs. at næmingarnir møta ikki í skúlanum)

 Børnini skulu hava góðan matpakka og okkurt at drekka við sær og annars vera ílatin eftir veðrinum.

 Veðurforsøgnin er eitt sindur skiftandi í løtuni. Beint nú sigur hann turt og gott veður, og sólin skínur av og á. Men allarhelst er ov tíðliga at spáa um veðrið, og tískil er av stórum týdningi, at tit fylgja við her á heimasíðuni, um so er, at vit noyðast at broyta ætlan. 

Talv

Tað gekk væl at telva, og flokkurin fekk eitt flott 2. pláss :)

Rokan í fjøruni !

Vit hava øll, bæði 4.a og 4.b, verið ein túr í fjøruni í náttúru og tøkni. Vit fóru oman at kanna djór og plantur í fjøruni, og komu heim aftur við einum fugli :)

Felagsforeldrafundur

Felagsforeldrafundur verður mikudagin 6. september kl. 19-21. Fyrst verður felags kunning í lonini, síðani verður farið í floksstovurnar.