Boðklivin

Nólsoyartúrur

Her er nakrar myndir frá túrinum í dag. :)

Ítróttadagar
 

Góðu foreldur!


Týsdagin 18 / 6 og mikudagin 19 / 6 fara vit at hava ítróttadagar í grunddeildini. Vit møta sum vanligt klokkan 08:00. Týsdagin hava børnini frí kl.12:45 og mikudagin sum vanligt.

Týsdagin klokkan 09:30 ganga vit úr skúlanum og niðan á Tórsbreyt. Har fara vit at hava ymiskar aktivitetir og hugna okkum saman.

Mikudagin koma vit at vera á Eysturvølli, har vit hava ymiskar kappingar.

Týsdagin skulu børnini bert hava ein góðan matpakka, matarklemmu og drekkidunk við. Børnini mugu vera klædd eftir veðrinum og í góðum skóm. Mikudagin skulu børnini eisini hava skúlataskuna við í skúla.

 

Blíðar heilsanir

Toymið í grunddeildini

Útferð

Góðu foreldur!  

Týsdagin 28. mai fer grunddeildin útferð. Vit ætla okkum at ganga eftir gøtuni av Norðasta Horni niðan á Hotel Føroyar og síðani oman í viðarlundina undir Kerjum. Har eta vit matpakka og hugna okkum, áðrenn vit fara til gongu aftur í Eyturskúlan.  

Vit vænta at verða aftur í skúlanum, áðrenn børnini í 1. og 2. flokki hava frí (kl.12.45), tá heintar frítíðarskúlin børnini. 

Henda dagin skulu børnini bert hava ein ryggsekk við, sum inniheldur:  

Ein góðan matpakka, millummála og ein drekkidunk.  

Tey skulu vera væl ílatin og í góðum skóm.  

Børnini møta við barnagarðin á Norðasta Horni millum 8.00 - 8.20.  

Farið verður til gongu kl. 8.30. 

Lærararnir eru á staðnum frá kl. 8.00 at taka í móti børnunum.  

Vit gleða okkum til ein góðan túr saman við børnunum. 

Blíðar heilsanir 

Lærararnir í grunddeildini. 

 

GG! Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, so eru tit vælkomin at venda tykkum til flokslæraran. 

Urtagarðsvika 

Frá hósdegnum 2/5-19 til og við týsdagin 7/5-19 verða urtagarðsdagar í Eysturskúlanum. Vanliga tímatalvan verður løgd tilsíðis hesar dagar, so børnini skulu bert hava: Pennahúsa, lím og saks, matpakka, drekkidunk í taskuni. Skilagott hevði verið, um tey høvdu skiftiklæði við í skúla.

Vit fara m.a. at gera ein eplaveltu, seta epli niður og planta ymiskt grønmeti, og eisini fara vit at lúka kring skúlan. Vit koma at læra um plantur og annað, sum er í einum urtagarði, og arbeiða við ymiskum evnum hvønn dag.

Vit vera nógv úti og tí er týdningarmikið, at børnini eru væl ílatin, hava góð klæði og gummistivlar við.

Hesar dagar eru børnini í skúla soleiðis: hósdag, mánadag og týsdag frá kl. 08:00 - 13:00. Og fríggjadag frá kl. 08:00 - 11:30. Frítíðarskúlin heintar børnini í 1. og 2. flokki, tá skúladagurin er liðugur.

 

Blíðar heilsanir

Toymið í grunddeildini

 

GG!

Gott hevði verið, um tit kundu givið børnunum eggjabakkar við 10/12 rúmum og ein urtapottafjalarar, eina glaskrukku ella annað at planta í, við í skúla miku- ella hósdagin.

 

Lesidagar hjá hvørjum barni, tá skulu uppgávurnar vera lidnar:

Foreldraviðtalur í 2. Flokki

 

Foreldraviðtalur verða mikudagin 6.mars  og hósdagin 7.mars í floksstovunum hjá 2.flokki. Børnini skulu ikki við til viðtalurnar hesaferð. Til viðtalurnar verða Guðrun, Hanna og Rebekka.

 

Mikudagin 6.mars

 

Kl. 16.00             Jasmin

Kl. 16.15             Fríða

Kl. 16.30             Bjørn

Kl. 16.45             Bjørk

Kl. 17.00             August

Kl. 17.15             Siri

Kl. 17.30             Sóleyð

Kl.17.45              Victoria

Kl.18.00              Monica

Kl.18.15              Nikolina Flora

Kl.18.30              Rani

Kl.18.45              Beinta

Kl.19.00              Ísak

Kl.19.15              Elin H

Kl.19.30              Domenik

Kl.19.45              Bjørg

Kl.20.00              Reinar

 

 

Hósdagin 7.mars

 

Kl. 14.00             Heiðrun

Kl. 14.15             Freia

Kl. 14.30             Tinna

Kl. 14.45             Malan

Kl. 15.00             Dávid

Kl. 15.15             Annika Fríða

Kl. 15.30             Arina

Kl. 15.45             Petur

Kl. 16.00             Elin J

Kl. 16.15             Julia

Kl. 16.30             Rúni

Kl. 16.45             Sveinur

Kl. 17.00             Ári

 

Ber ikki til at møta ásettu tíðina, kunnu tit royna at býta um innanhýsis. Vinaliga sigi frá í telduposti ella sms-boðum, um tit býta um tíð.

 

Vinaliga Guðrun og Rebekka

Krabbabøkur og uppgávur!

Á vikuætlanini stendur ikki altíð, at børnini skulu lesa í krabbabókum, hetta er tí, at vit meta, at tað kann verða ov nógv bæði at lesa í Føroyskt lesibókini og krabbabókum hvønn dag. Hetta merkir tó ikki, at børnini ikki skulu lesa í krabbabókum og gera uppgávur heima. Um barnið orkar/megnar og hevur hug at lesa meira, so lesið endiliga við teimum.

Vit hava áður sagt, at øll børnini hava ein ávísan lesidag, har tey lesa í krabbabókum fyri okkum lærarum. og tey skrifta bøkurnar, um tey hava lisið bøkurnar nóg ofta (4 ferðir) og duga tær. Men vit taka tey ikki at lesa, um tey ikki hava gjørt uppgávurnar til bøkurnar. So mugu tey bíða til ein annan dag, tá tey hava gjørt uppgávurnar.

Tað er sera týdningarmikið, at børnini gera uppgávurnar, soleiðis at tey sleppa at skifta bøkurnar. Teimum nýtist t.d. ikki at lesa í krabbabókunum hvønn dag, tað er eisini í lagi "bara" at gera uppgávurnar, tí tey lesa eisini, tá tey gera uppgávurnar, men tey kunnu ikki gera uppgávurnar, fyrrenn tey hava lisið bøkurnar.

100 dagaveitslan

Góðu tit øll :)

Hósdagin 24.januar fara vit at hava tí afturvendandi, góðu veitsluna, har vit hátíðarhalda, at vit enn eina ferð hava gingið 100 dagar í skúla! Vit hugna okkum saman; eta gott, spæla dansispøl og syngja.

 

Veitslan byrjar kl.17 og endar kl.19.00.

 

Á matarskránni verða pitsasniglar og pylsybreyð. Og omaná eta vit vaflur við róma og súltutoyi.

Vit hava gjørt ein matarlista (sí niðanfyri); har síggja tit, hvør ger hvat. Vónandi er tað í lagi.

Vit hava valt at býta flokkin upp í tvey, soleiðis at onnur helvt av børnunum hevur mat við í ár, og so hevur hin helvtin mat við í næsta ár. Vit sóu í fjør, at tað leyp ein rúgva av mati av, tí hava vit valt at gera tað soleiðis.

Hugsið um, at tað, tit koma við, er klárt – niðurskorið og í góðum íløtum. Tit fáa hesi aftur sama kvøld ;)

Næmingarnir taka sjálvir okkurt at drekka við; t.d. ein hálvan litur av sodavatni ella saft.

Skuldi nakar ivast, so hava bara næmingar og lærarar í innskúlingini atgongd til hesa fínu veitslu ;)

 

Vinaliga

Guðrun, Hanna og Rebekka

 

Matarlistin

 

Pitsasniglar - uml. 20 stk

Reinar, August, Freia

 

Frikkadellur – 1 kg hvør / Frikkadellir ístaðin

Dávid, Domenik

 

Pylsubreyð - uml. 20 stk

Julia, Tinna, Siri

 

Gularótastengur: 1 kg sundurskornar gularøtur hvør

Elin H.  

 

Agurkustengur:  3 sundurskornar agurkur hvør

Heiðrun                          

 

Dipp: 2 portiónir + 1 stóra dunk ketsjup

Bjørn                                                                        

                                        

Vaflur – Eina portión av vafflum hvør

Bjørk, Malan, Monica                                                          

 

Róma (2 pk) og súltutoy (1 spann)

Annika Fríða                                              

Útferð

Týsdagin, 21/8 fara allir næmingar og lærarar Eysturskúlans ein dagstúr. Vit ætla at ganga upp á Kirkjubøreyn og eitt sindur suðureftir til vatnið. 

Veðurforsøgnin er eitt sindur skiftandi í løtuni. Beint nú sigur hann turt og gott veður, og sólin skínur av og á. Men allarhelst er ov tíðliga at spáa um veðrið, og tískil er av stórum týdningi, at tit fylgja við á heimasíðuni www.eysturskulin.fo, um so er, at vit noyðast at broyta ætlan. 

Allir næmingarnir møta á krossinum týsmorgunin kl. 8.00. Tað er, har gamli Velbastaðvegur og vegurin út á Norðasta horn møtast - haðani farið verður til gongu. (Tvs. at næmingarnir møta ikki í skúlanum

Børnini skulu hava góðan matpakka og okkurt at drekka við sær og annars vera ílatin eftir veðrinum.

Túrurin er væntandi liðugur um middagsleitið og endar við skúlan á Argjahamri. Gott hevði verið, um onkur tykkara kundu koyrt tey annaðhvørt í skúlan ella í frítíðarskúlan. Ber hetta til, kunnu tit boða Rebekku (289350) ella Guðruni (520054) frá.

 

Foreldraviðtalur í 2. Flokki

 

Foreldraviðtalur verða týsdagin 30. oktobur og hósdagin 1. novembur í floksstovunum hjá 2.flokki. Børnini skulu við til viðtalurnar. Til viðtalurnar verða Guðrun, Hanna og Rebekka.

 

Týsdagin 30. oktobur

Kl. 14.00             Annika Fríða

Kl. 14.15             Elin J

Kl. 14.30             Dávid

Kl. 14.45             Julia

Kl. 15.00             Arina

Kl. 15.15             Rani

Kl. 15.30             Heiðrun

Kl. 15.45             Ísak

Kl. 16.00             Bjørg

Kl. 16.15             Freia

Kl. 16.30             Bjørn

Kl. 16.45             Bjørk

Kl. 17.00             August

Kl. 17. 15            Siri

Kl. 17.30             Sóleyð

 

Hósdagin 1. novembur

Kl. 14.00             Petur

Kl. 14.15             Fríða

Kl. 14.30             Elin H.

Kl. 14.45             Sveinur

Kl. 15.00             Nikolina Flora

Kl. 15.15             Reinar

Kl. 15.30             Victoria

Kl. 15.45             Jasmin

Kl. 16.00             Beinta

Kl. 16.15             Monica

Kl. 16.30             Rúni

Kl. 16.45             Malan

Kl. 17.00             Ári

Kl. 17. 15            Tinna

Kl. 17.30             Domenik

 

Ber ikki til at møta ásettu tíðina, kunnu tit royna at býta um innanhýsis. Vinaliga sigið frá í telduposti ella sms-boðum, um tit býta um tíð.

 

Vinaliga Guðrun og Rebekka

Samandráttur frá felags foreldrafundinum

Takk fyri seinast, deiligt at síggja tykkum aftur.

Á fundinum tosaðu m.a. um trivnaði hjá flokkinum, serliga trivnaðin millum dreingirnar. Vit blivu samd um, at Forthnight og líknandi spøl blivu sett til síðis í ein mánaða. Og avgjørdu vit at eftirmeta hetta á einum fundi um eini fýra vikur.

Eisini bleiv nevnt at práta við børnini um at verða góð við hvønn annan, og at tá ið tey spæla, at tey lova hvørjum øðrum við.

Nýtt foreldraráð bleiv valt:

Eilin, mamma Svein.       Hansina, mamma Ára.             Randi, mamma Heiðrun

 

Heilsan Guðrun, Hanna og Rebekka

 

Nýggir næmingar!

Vit hava fingið tríggjar nýggja næmingar í 2.flokk. 

Tveir av næminunum eru komnir úr Danmark, hesi eita August Erik Hviid og Siri Joensen.

Eisini hava vit fingið Freiu Heimsdóttir, sum er komin úr suðri.

Vit ynskja næmingunum vælkomnum og vóna, at tey fara at trívast væl í Eysturskúlanum :)

Nýggj lesi- og arbeiðsbók!

Góðu foreldur

Hanna og Guðrun eru bidnar um at royndarkoyra nýtt føroyskt tilfar, sum Marianna Skarðenni Poulsen hevur gjørt í sambandi við eina kapping, sum hon vann.

Talan er um nýggja lesibók í føroyskum. Hetta er spildurnýtt tilfar, har alt enn ikki er liðugt prenta. Tí fáa børnini í  fyrsta umfari eina lesibók og eina arbeiðsbók til. Hetta tilfarið røkkur til heystfrítíðina, og eftir tað fáa tey aftur nýggjar bøkur.

Vit fara at arbeiða soleiðis, at vit taka ein tekst ígjøgnum hvønn dag. Vit lesa tekstin í skúlanum saman, síðani lesa tey upp á heima, so lesa og arbeiða vit aftur við tekstinum í skúlanum dagineftir. Hetta merkir, at tey skulu lesa í hesi lesibók heima, umframt at lesa í frílesingin bókunum (súlu- og krabbabøkur).

Vit gleða okkum at royna hetta nýggja tilfarið, og vóna at tit fara at taka væl í móti tí.

 

Kunning 16/8-2018!

 

Tímatalva

Hósdagin fingu næmingarnir eina tímatalvu við heim, men av missgávum er onkur villa komin í tímatalvuna, tí fáa næmingarnir nýggja tímatalvu í morgin.

Mjólkapappír

Næmingarnir fingu mjólkapappír við heim í postmappuna hósdagin.

Skúlataskan

Í pennahúsanum skal vera: blýantar, viskileður, linjál, blýantspískari, saksur, límstift og litblýantar.

Postmappan skal altíð vera í skúlataskuni.

Útferð

Um viðrar fer allur skúlin útferð týsdagin; fylgjið við á heimasíðu skúlans (www.eysturskulin.fo).

 

Týdningarmikil kunning 14.juni 18

 

Góðu foreldur og næmingar

Í dag fingu vit boðini, um at Finn, pápi Dávid, andaðist í nátt. Hetta eftir eina langa sjúkralegu. Vit hava í dag kunnað børnini um hetta saman við umboðum frá frítíðarskúlanum.

Í morgin kl.8.30 fer flokkurin at hava eitt minningarhald í skúlanum, har Dávid og mamman møguliga verða við. Til hesa løtu fara vit út saman við stjóranum og flaggið verður vundið í hálva stong, síðani verður biðið faðir vár og ein sálmur verður sungin.

Tá jarðarferðin verður fara lærararnir til jarðarferð. Um tit, foreldur, hava hug at taka børnini við til jarðarferð, so fáa børnini frí til hetta. Tað er ikki neyðugt at biðja um loyvið.

Eru spurningar kunnu tit venda tykkum til Rebekku (289350) og Guðrun (520054).

 

Ítróttardagar juni '18

 

Grunddeildin fer at hava ítróttadagar hósdagin 7. juni og fríggjadagin 8. juni.

Hósdagin fara vit niðan á Tórsbreyt, har skipar Bragdið fyri nøkrum kappingum. Vit fara niðan aftaná morgunsangin, og verða aftur á skúlanum uml. kl. 12.30.

Fríggjadagin verða vit á Eysturvølli; har fara vit at gera ymiskar staffetir. Tá hetta er liðugt fara vit at hugna okkum saman. Síðani fara næmingarnir í frítíðarskúla.

Næmingarnir skulu vera í ítróttaklæðum og góðum skóm – vit verða úti allan dagin.

Tey skulu ikki hava skúlatasku við hesar dagar, men matarklemmu, ein góðan matpakka og drekkidunk.

 

Blíðar heilsanir

Flokslærararnir

Sangátak

 

Mikudagin 13.juni verður sangátak við 1.flokkunum í Tórhavnar kommunu. 1. Flokkur í Eysturskúlanum hevur eisini luttikið í hesum átaki. Tey hava saman við Joannu og Miriam vant einar 10 sangir, sum tey henda dagin fara at framfør fyri tykkum foreldrum.

Tvær konsertir verða, ein kl.17 og hin kl.18.

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Kosnaðurin er 20 kr. http://www.nlh.fo/#/2117/barnakortiltak 

Felagsvenjing verður týsdagin 12.juni kl.10-12, tá fara flokslærar við næmingunum í Norðurlandahúsið.

Mikudagin tá konsertirnar verða, skulu næmingarnir møta áðrenn fyrru konsertina – Næmingarnir skulu møta kl. 16.45.

Meðan konsertirnar eru, skulu næmingar vera saman við lærarunum. Eftir seinnu konsertina skulu næmingarnir heintast av foreldrunum.

 

Blíðar heilsanir

Rebekka og Guðrun

Framløgur   

Mánadagin byrja vit upp á framløgur. Tveir næmingar leggja fram hvørja viku, hetta verður mánadag og mikudag.

Næmingarnir skulu hava eitt "ting" við, sum tey fara at leggja fram um. Hetta kann eitt nú vera ein leika, ein bók ella eitt upplivilsi, sum tey kunnu vísa á. 

Framløgan verður uml. 5 min., og aftaná sleppa næmingarnir at spyrja spurningar. Lærarin hjálpir til um neyðugt.

Endurskinsvestar

Tey fingu endurskinsvestar í vikuni. Vit hildu tað vera eitt gott hugskot at taka mynd í myrkri, so tað sást hvussu væl vit síggjast, tá ið vit brúka endurskin.

Frídagar í novembur

Góðu foreldur og avvarðandi

Týsdagin 7.november hava allir næmingar Eysturskúlans frí. Hetta er í samband við eina ráðstevnu, sum Mentamálaráðið skipar fyri. Ráðstevnan kallast: "Mennandi samstarv um framtíðarskúlan"
Frítíðarskúlin er opin frá kl. 8.00 og allan dagin, fyri næmingunum í 1. og 2. flokki.


Seinni í november, hósdagin 16. og fríggjadagin 17., er eisini broyting í tímatalvuni. Tá skipar Eysturskúlin fyri ráðleggingardøgum. Hósdagin fáa næmingarnir frí klokkan 12.45 og fríggjadagurin er frídagur.
Hósdagin kemur frítíðarskúlin eftir næmingunum. Tit frætta nærri um, hvussu verður við fríggjadegnum.

 

 

 

Foreldraviðtalur 30.-31. okt 2017

Meginreglur Eysturskúlans til hoyringar

Góðu foreldur og avvarðandi
Á leinkjuni niðanfyri finna tit meginreglur Eysturskúlans. Tær eru lagdar út til hoyringar og tit eru vælkomin at gera viðmerkingar. Vinarliga sendið viðmerkingarnar til eys@skulin.fo
Freistin at senda viðmerkingarnar, er mánadagin 20.november 2017.

Sí leinkju:

http://www.eysturskulin.fo/?p=newsarticle&NewsarticleId=170 

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 20. sep. Meir kunning kemur seinni.

Fnat

Góðu foreldur

Vit vilja kunna tykkum um, at 'fnat' gongur í innskúlingini. Er illgruni um 'fnat' hjá tykkara barni, er týdningarmikið at koma í viðgerð beinanvegin. Her er viðfest ein leinkja.

https://www.netdoktor.dk/sygdomme/fakta/fnat.htm

 

Boð frá Biritu í foreldraráðnum!

Birita hevur roynt at gjørt ein bólk á facebook til foreldrini at børnunum í 1.flokki, men trupulleikin er, at hon veit ikki, hvørji øll foreldrini eru, tí hevði verið gott, um tit kundu addað hana á facebook, so fær hon gjørt bólkin.

Birita Baldvinsdóttir Eidesgaard

Hanna og Guðrun á skeið

Hanna og Guðrun fara á súluskeið mánadagin, týsdagin og mikudagin. Vit verða aftur í skúla hósdagin. Av somu orsøk skulu genturnar ikki svimja mikudagin 30/8, sum tað stendur í yvirlitinum, sum tit hava fingið. Bæði genturnar og dreingirnar hava ítrótt 30/8. Ítóttayvirlitið verður tó galdandi aftan á tað.

Miriam, Elly og Rannvá vera vikarar fyri okkum. Miriam kenna tey frá sangtímanum. Annars verður Rebekka har eisini.