Lærugreinar

Støddfrøði

Góðu tit.

Í støddfrøði verður bókarøðin “Rokning” nýtt. Vit vilja gjarna hava, at næmingarnir fylgjast í evnunum í grundbókini 1a, 1b, 1c og 1d. T.v.s., tá næmingurin t.d. er liðugur við evnið “at telja” í Rokning 1a grundbók, so fer hann/hon ikki víðari í tí bókini. Hinvegin koma næmingarnir at hava uppgávubøkur, sum hoyra til bókarøðina, umframt annað tilfar, liggjandi í skúlanum, har tey sleppa at rokna frítt og so nógv sum tey vilja.

Grundin til hendan arbeiðshátt er, at tað er ruddiligari hjá bæði næmingum og lærarum at fylgja við í tí evninum, sum arbeitt verður við, samstundis sum, at næmingarnir sleppa at rokna so nógv sum gjørligt.

Á heimasíðuni kemur at standa, hvørjum evni vit arbeiða við, umframt um næmingarnir skulu gera eitthvørt heimaarbeiði.

Framløgur í føroyskum