Boðklivin

Sangátak fyri 1.flokkarnar í Tórshavnar kommunu

Gjøgnum veturin hava Joanna Johansen og Kári Bæk vitja allar 1.flokkarnar í Tórshvanar kommunu. Hetta er eitt átak, sum musikkskúlin skipar fyri, og 1.flokkur í Eysturskúlanum luttekur eisini.

Felagsvenjing verður í auluni í Eysturskúlanum týsdagin 6.juni kl.10-12. Konsertirnar vera í Norðurlandahúsinum hósdagin 8.juni kl.17 og kl.18. Børnini møta kl.16.15. Konsertirnar vara uml. 30 min. hvør.

Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo. Atgongumerkjasølan byrjar 22.mai.

Skundi tykkum og ogni tykkum atgongumerki, um tit vilja sleppa á konsert.

 

Tit fáa nærri boð seinni.

Skúlatelving

Góðu foreldur.

Sum nakað nýtt, verður talv ein partur av støddfrøðiundirvísingini í innskúlingini í Eysturskúlanum frá nú av og fram til í summar. Skúlatelvingin verður partur av undirvísingini ein skúlatíma eina ferð um vikuna. Hetta kann tó verða eitt sindur skiftandi.

Kanningar vísa, at telving styrkir støddfrøðiligu evni næminganna, konsentratiónina og logiska hugsan. Eisini læra børnini at vísa tolsemi og virðing fyri hvør øðrum.

Tað er Helgi Dam Ziska, sum hevur ment undirvísingarætlan og uppgávur í hesum sambandi. Hetta er ein royndarætlan, sum fyrst verður roynd í nøkrum skúlum í Havn, við víðari ætlan um, at skúlatelving skal blíva ein fastur partur av undirvísingini í fólkaskúlanum.

Við vón um góða undirtøku.

Innskúlingin í Eysturskúlanum.

  • Frá foreldrabólkinum

Vestar og taskuendurskin       

í gjár (30/11) fingu børnini vestar og taskuendurskin frá Ferðslutrygd. Vit hava prátað eitt sindur um ferðslu og týdningin um at brúka endurskin.

Gott hevði verið, um tit settu navn á endurskinini hjá børnunum, so tey ikki verða burtur. 

 

Faldari um lús

Kunning til foreldur !
Hesa árstíðina, eru lús ein plága. Næmingar í skúlanum hava fingið staðfest lús og tí mugu ØLL børn verða kannað av foreldrunum. Hevur barnið lús, er sera umráðandi at næmingurin fær viðgerð, áðrenn farið verður aftur í skúla.
Sí faldaran frá heilsusystrini !

Frávera

Um barnið er sjúkt, ella ikki kann koma í skúla onkran dagin, so hevði verið gott, um tit boðaðu frá, við at senda eini sms boð til Annu tlf. 59 55 11

Súkkluhjálmar frá Ferðslutrygd

Børnini hava í dag fingið ein súkkluhjálm heim við. Hetta er ein gáva sum Ferðslutrygd gevur øllum næmingum sum byrja í 1. flokki.

 

Skúlabyrjan

Góðu foreldur!

Nú hava tykkara fittu og røsku børn gingið í eina góða viku í skúla. Tað hevur gingið væl - tey eru ágrýtin og dugnalig.

Vit hava broytt plássini hjá børnunum, nú sita øll í einari stovu og tey hava skift síðumann - tit kunnu fyrireika tey til hetta. :)

Vit hava skilt at teldupostadressurnar hjá Annu og Guðrun ikki virka - Tær nýggju teldrupostadressurnar er:

Anna Herup Høgnesen - anna.herup.hoegnesen@skulin.fo

Guðrun Kerá - gj1602u6@skulin.fo

 

Felagsforeldrafundur verður 8. september. Tit frætta aftur.