Teldufrøði 2 t/v

Næmingarnir fara at nema sær kt-førleikar, sum kunnu nýtast í ymsu lærugreinunum 

Kannað verður, hvussu ein telda er uppbygd. Komið verður inná, hvussu teir einstøku komponentarnir virka, og hvørja uppgávu teir hava.

Forritingin stuðlar undir at menna ein logiskan og skipaðan hugsanarhátt. Gjørd verða smá telduforrit/appir, eins og arbeitt verður við at gera heimasíður.

Kunnað verður um fartelefonir.