Undirvíst verður 2 tímar um vikuna, har dentur verður lagdur at síggja lærugreinina í størri samanhangi. Vald verða 3 ella 4 øki innan lærugreinina og arbeitt verður bæði ástøðiligt, verkligt í smærri bólkum og við framløgum í valdu økjunum. Próvtøkan er verklig og munnlig. Eitt próvtal verður givið.