Umsorgarætlan

Umsorganarætlan Eysturskúlans

Tá ið eitt barn stríðist við kenslur og truplar tankar, kann hetta ofta ávirka evnini at læra
At vera opin um tað, sum hent er, er tann besti stuðulin hjá barninum, sama hvussu dapurt og skelkandi alt er.
 
Umsorganarætlan skúlans
 
Vit, sum  vaksin eru, sama um vit eru foreldur, lærarar, námsfrøðingar o.o., vilja helst minnast barndómin tryggan og sorgleysan og fjálga um tey góðu virðini. Men tey munnu vera fá, sum ongantíð hava kent sakn og sorg, ella verið úti fyri onkrum bakkasti í lívinum.
Sum lærarar, starvsfólk og ábyrgdarfólk hava vit dagligu ábyrgdina av nógvum børnum. Barnið kennir læraran og hevur álit á honum. Hetta eru virði, ið hava týdning,  og sum vit kunnu brúka til nakað gott.
 
Børn eru nógv meira opinskárað í dag enn fyrr. Tey knýta seg lætt at  lærarum og starvsfólkunum annars í skúlanum. Siga okkum frá upplivingum – bæði góðum og ringum.
Snýr tað seg um gleðiligar tilburðir í lívi barnsins, er tað stuttligt og lætt at práta við barnið. Men so skjótt tað snýr seg um sorg , sakn og deyða, kann uppgávan tykjast møtimikil.
 
Sjúka, hjúnarskilnaður, deyði og sorg kunnu hava við sær: 
 
-At ordan og strukturur í lívinum hjá barninum fer av lagi.
-At spurnartekin verða sett við grundleggjandi lívsvirði.
-At heimurin kennist órættvísur, og tú upplivir lívið, sum nakað, tú ikki hevur tamarhald á.  Lívið kennist meiningsleyst.
 
Eitt, sum er nógv frammi í dag, er at duga at seta orð á kenslurnar. Tala opið um sálarlívið, so barnið ikki verður inntonkt,  einsamalt og dapurskygt, tí tað kann forða fyri menning og læru.
 
Ein umsorganarætlan skal vera okkara amboð, tá ið vit hava onkran, sum verður raktur av sorg. Somuleiðis skal hon gera leiðslu, lærarar og starvsfólk tilvitað um tann leiklut og ta ábyrgd, sum vit hava í gerandisdegnum. Soleiðis at hvørki lærarar ella næmingar standa einsamallir í sorgini.
Endamálið er, at vit øll lyfta í felag og virða týdningin av hesi umsorganarætlan.
  
Uppgávan hjá leiðsluni:

-Ábyrgd  at tilbúgvingin verður sett í verk.
-Ábyrgd  at stuðul verður veittur har, tørvur er á tí.
-Fylgja við í teimum einstøku førunum.
-Ábyrgd  at flaggið verður vundið á stong.
-Senda blómur/krans til heimið.
-Samskifti við fjølmiðlarnar.
-Kunna heimini um umsorganarætlanina.
-Kunna nýggjar lærarar um umsorganarætlanina.
-Ábyrgd at stuðulsbólkur er.

Stuðulsbólkurin:
 
-At virka sum stuðul, har tørvur er á tí.
-At fylgja við, hvat kemur út av viðkomandi tilfari og á annan hátt nema sær nýggja vitan um evnið.
Kann skipa fyri fundum, fyrilestrum, evnisdøgum og skeiðstilboðum.
-Dagføra tilbúgvingina.

Fráboðan til skúlan:
 
Heitt verður á foreldur og avvarðandi at boða skúlanum frá um tað eru viðurskifti í lívi barnsins, sum broytast.
Heitt verður á avvarðandi hjá stavsfólki skúlans at boða skúlanum frá, um starvsfelagi doyr, missir ein av sínum næstu ella verður raktur av álvarsligari sjúku.
 
Tá næmingur er/hevur verið leingi burtur vegna sjúku ella annað:

Flokslærarin /toymið tosa saman og tosa við foreldrini fyri at kunna seg um støðuna hjá næminginum.
Avtala kann vera gjørd við foreldrini um kunning inni í flokkinum.
Eftir avtalu við foreldur kunnar flokslærarin flokkin og starvsfelagar.
Flokslærarin ella annar lærari, ið hevur tætt tilknýti til næmingin, skipar fyri ávísum tiltøkum – t.d. vitja á sjúkrahúsi ella heima, senda brøv/tekningar og føðingardagsgávu.
Gera vitjunarlista í samráð við foreldrini.
Næmingurin verður kunnaður um tað, ið fer fram á skúlanum, til tess, at hann alla tíðina kann kenna seg knýttan at flokkinum.
Flokslærarin kunnar við jøvnum millumbilum toymið og hinar lærarar floksins um støðuna.
Tá ið næmingur kemur aftur, skipar flokkurin fyri tiltøkum, t.d. hugnatíma.

Tá ið næmingur doyr:
 
Leiðslan setur seg í samband við heimið til tess at fáa  at vita, hvat er hent, og hvussu støðan er. Greiðir frá, hvat verður gjørt í skúlanum
Leiðslan kunnar lærararnar, so skjótt boðini eru komin.
Flokslærarin setur telefonketu í gongd
Er hetta í frítíðini, so hittist flokkurin í skúlanum við leiðslu og lærara/lærarum
Leiðslan sendir blómur til heimið/næmingin
Flokslærarin/toymið kunnar flokkin.
So skjótt sum til ber, kallar leiðslan allar næmingar skúlans saman og kunnar teir um hendingina, og hví flaggað verður í hálvari stong.
Saman við kunningini fylgir eitt ritual/minningarløta – t.d. bøn, blómur, tendra ljós, tøgn í 1 minutt. Prestur kann verða hjástaddur.
Tá avvarðandi hava fingið boð um hendingina, verður flaggið á skúlanum vundið í hálva stong.
Týdningarmikið er, at næmingarnir i flokkinum fáa møguleika at tosa um hendingina. Tí er neyðugt, at flokslærarin saman við øðrum lærara, ið kennir næmingarnar, er saman við flokkinum allan tann dagin, fyri betur at kunna práta, spyrja og vísa kenslur. ( sí debrifing)
Toymið saman við foreldrum og leiðslu práta um tað, ið er hent, soleiðis at øll fáa somu kunning um hendingina. Kunnað verður um, hvørja ætlan skúlin hevur, mannagongdir og hvat skal henda meira. Syrgja fyri, at øll børnini fara heim saman við onkrum vaksnum.
Flokkurin sendir blómur ella krans til jarðarferðina.
Næmingar eru saman við foreldrum við til jarðarferðina. Eitt “standard” skriv verður sent heim.
Okkurt serligt verður gjørt við plássið hjá næminginum. Nakrar dagar ella tað, sum er eftir av skúlaárinum, t.d. mynd, blómur, ljós o.a..
Føðingar- og deyðsdagurin verða merktir.
Vitjan á grøvini.
Stuðulsbókurin skal vera stuðul hjá lærarum.
Haldið eitt vakið eyga við, at næmingar í flokkinum og eisini vinirnir hjá tí deyða kunnu broyta atburð, tá ein tíð er fráliðin. T.d. øktur aggressivitetur, passivitetur og trupulleikar við skúlaarbeiðinum. Eitt gott hugskot er, við jøvnum millumbilum at tosa um hendingina, og at taka evni sum sorg, sakn og deyða upp í undirvísingini.

Missur hjá næmingi:

Leiðslan ringir heim og kunnar, um hvat verður gjørt í skúlanum.
Flokslærarin ella annar lærari, sum næmingurin ella foreldrini kenna seg serliga knýtt at, kunnar allar lærarar, sum hava næmingin, um støðuna.
Leiðslan sendur blómur til heimið/næmingin.
Leiðslan savnar flokkin í skúlanum, tá tað frættist. Næmingurin helst við.
Hevur næmingur onnur systkin í skúlanum, tosa allir hesir lærarar saman um støðuna.
Í samráð við foreldur ella avvarðandi, verður støða tikin til, um flokkurin og foreldrini skulu kunnast um støðuna.
Flaggið verður vundið á hálva stong saman við flokkinum.
Um systkin eru í øðrum flokkum, verður felags mannagongd fylgd.
Minningarhald: Undir morgunsanginum kunnar leiðslan næmingarnar um hendingina, og hví flaggað verður í hálvari stong.
Saman við kunningini fylgir eitt ritual/minningarløta – t.d. bøn, blómur, tendra ljós, tøgn í 1 minutt.
Flokkurin fær frí til jarðarferðina.

Tá ið lærari doyr:

Leiðslan boðar til fundar og kunnar allar lærarar og foreldraumboðini, sum boða hinum foreldrunum frá (telefonketan). Morgindagurin verður lagdur til rættis. Foreldraumboðini boða flokkinum frá.
Flokslærarin/toymið fer inn í hvør sín flokk og kunnar næmingarnar, áðrenn øll hittast til eina minningarløtu.
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Skipað verður fyri minningarsamkomu. Leiðsla ella annar lærari/prestur hevur eina minningartalu. Sangur, tala, bøn, ljós, tøgn 1 min..
Foreldraumboðini boða deyðsfallið til heimini.
Næmingarnir verða sendir til hús kl 12.00, og lærarar hittast aftaná til at tosa um tað, sum er farið fram.
Umboð fyri leiðslu og skúla vitja heimið. Hava blómutyssi og heilsan við.
Geva familjuni tilsøgn um hjálp, t.d. jarðarferðina.
Skúlin er stongdur undir jarðarferðini.
Skúlin sendir krans.
Leiðslan skipar fyri, at toymið tekur avgerð um, hvat skal henda við flokkinum restina av degnum.
Evt. skriva minningarorð í bløðini.
Komandi námsfrøðiligur fundur: Lærari verður minstur í 1 min.

Tá ið lærari missir hjúnarfelaga/maka ella barn:

Leiðslan boðar starvsfólki skúlans frá.
Flaggið verður vundið á hálva stong.
Flokkarnir fáa boðini.
Um tað er flokslærari, ið hevur mist, tekur tann, sum hevur flokkin næst eftir flokslæraran, sær av flokkinum.
Umboð fyri leiðslu og skúla vitja heimið. Hava blómutyssi og heilsan við.
Skúlin sendir krans.

Tá fyrrverandi starvsfelagi doyr ella missir hjúnarfelaga/maka ella barn:
 
-Leiðslan boðar starvsfólki skúlans frá.
-Flaggið verður vundið á hálva stong.
-Skúlin sendir krans.

Tíðin eftir deyðsfallið:
 
Sagt verður ofta at tíðin lekir sárini, tíðin ger tað bara ikki einsamøll.
Fyri at lýsa týdningin av, at fáa tilbúgvingina at virka yvir eitt longri tíðarskeið, og ikki bara nakrar fáar dagar aftaná:
 
“Ein vinkona segði við meg dagin eftir, at pápi mín var deyður, og eg sat og græt. “Ikki gráta, tað gongur yvir.” Tey orkaðu ikki, at eg syrgdi. Tey skiltu ikki, at tað neit so fast. Tey roknaðu við, at tá  tvær vikur vóru farnar, var eg tann sama aftur. Tey skiltu ikki, at eg var burtur í øðrum heimi og var kedd.  –Tey hildu tað vera eitt sindur løgið.”
Genta 15 ár
 
“Tað torførasta var at fáa gerandisdagin samskipaðan. Tað var so trupult at fáa alt at rigga aftur.  –At fara í skúla aftur og til írótt. Alt var endavent.“
 
Genta 15 ár
 
Sorgin verður ikki burtur fyri tað, at jarðarferðin er farin aftur um bak, heldur tvørtur ímóti. Tíðin aftaná kennist tung og døpur, og er ógvuliga orkukrevjandi og møtismikil hjá teimum avvarandi at koma ígjøgnum. Kennist sum um lívið steðgar upp. Hetta sæst aftur hjá tí einstaka næminginum, við m.a. einsemi, afturhaldni, tunglyndi og manglandi motivatión/hugi at ganga í skúla.
 
Tí er tað av sera stórum týdningi, at barnið verður stuðlað í skúlanum, eisini í tíðini, ið kemur aftaná. Tað er lærarans lutur saman við næmingunum í flokkinum at vísa umsorgan og umhugsni fyri tí syrgjandi. Her verður tað tó ikki hugsað soleiðis, at tann syrgjandi skal hava/fáa nøkur serrættindi, hvat skúlaarbeiði viðvíkur, men at hann ikki sleppur bara at detta niður ímillum. Tað er sera týdningarmikið, at vit stuðla teimum beinanvegin og ikki bíða til trupulleikarnir hopa seg upp.
At fylgja upp aftaná eitt deyðsfall, snýr í skúlahøpi seg um, at vit eisini eru við at vísa børnunum á veruleikan tey liva í, og royna at stuðla teimum í at fyrihalda seg til hann. Tær týdningarmiklastu fyritreytirnar fyri hesum eru, at vit vaksnu, ið hava ábyrgd fyri teirra dannilsi, møta teimum við opinleika og geva teimum gætur. Børn standa ofta einsamøll við síni sorg, tí tey avvarandi hava nokk við sína egnu sorg. Her kann skúlin virka sum ein fríðstaður, har vit tosa opið og frítt saman.
 
Royndir vísa, at besti mátin vit kunnu stuðla einum, ið hevur upplivað álvarsliga sjúku ella deyða er, at vit tosa opið saman um hennara/hansara truplu upplivingar.
 
Tá ein ávís tíð er fráliðin, eigur toymið saman við heilsusystrini at meta um og lýsa tørvin hjá barninum. Her verður serliga hugsað um møguliga serkøna hjálp.
 
Nakrar vegleiðinar sum íblástur og til hjálp hjá tí einstaka læraranum frá sálarfrøðingi.

Børn og trauma:

Fyrstu reaktiónir:
 
·        Skelkur og óveruleiki.
·        Mótmæli. Kensluloysi og lammilsi. Og/ella kensluligur ruðuleiki.
·        Regressivur atburður.
·        Framhald av vanligum virksemi.
·        Grátur í løtum.

Eftirreaktiónir:
 
·        Viðbrekni, ótti og ótryggleiki.
·        Átreingjandi minnir.
·        Svøvntrupulleikar.
·        Skuld og sjálvábreiðsla.
·        Ógleði, longsul og saknur.
·        Irritatión og saknur.
·        Ófriður og konsentratiónstrupulleikar.
·        Kropsligar reaktiónir.
·        Smábarnsligur og óbúgvin atburður.
·        Ógvusligt spæl og endurspælingar.
·        Vreiði og kensla av órættvísi.
·        Kenna seg einsamøll og øðrvísi.