Støddfrøði 4 t/v

Tað ber til at velja støddfrøði á tveimum stigum, Víðkaðu Fráfaringarroyndina og Fráfaringarroyndina.

Á báðum stigum er undirvísingin 4 tímar um vikuna. Í Víðkaðu Fráfaringarroyndinini verður m.a. dentur lagdur á trigonometri, funktiónir á øðrum stigi, vøkstur og rentur.

Fráfaringarroyndin er endurtøka av støddfrøðini í 9. flokki.

Í Víðkaðu Fráfaringarroyndini er próvtøkan skrivlig og munnlig. Í Fráfaringarroyndini er próvtøkan skrivlig (fimis- og greiðslurokning).