Bókasavnið

Skúlabókasavnið á Eysturskúlanum

Endamálið hjá skúlabókasavninum er sambært
KUNNGERÐ NR. 28 FRÁ 18. MAI 2004 UM SKÚLABÓKASØVN:

1)at stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini og at menna hugin hjá næminginum at lesa og læra og
2)at styðja ta dagligu undirvísingina og geva næmingum og lærarum skúlans atgongd til bøkur og annað hóskandi tilfar á tílíkan hátt, at bókasavnstilfar verður ein sjálvsagdur táttur í virki næmingsins.

Skúlabókavørðar eru Hanna Mikkelsen, Maria Christiansen og Eyðna Magnussen 

Á skúlabókasavninum eru
· myndabøkur – bæði føroyskar og danskar
· lættlisnar bøkur – bæði føroyskar og danskar
· fagrar bókmentir – bæði á føroyskum og á donskum
· yrkisbókmentir – bæði á føroyskum og á donskum
· eitt sindur av enskum og týskum bókum, sum hóska til framíhjálestur
· ymisk tíðarrit
· læraraleiðbeiningar, fløgur og ljóðbond
· handbókasavn til lærarar

Skúlabókavørðarnir kunnu hjálpa tykkum við
· at leita eftir ávísum bókum
· at finna upplýsingar um tilfar
· at leita eftir tilfarið
· at leita eftir myndum og øðrum tilfari á netinum
· og annars tí, sum tørvur er á – spyr bara!

Skúlabókasavnið er opið hvønn dag frá kl. 8.00 til kl. 12.20.

Lánitíðin er 4 vikur.
Umráðandi er, at bøkur verða bornar aftur so skjótt, sum tit eru liðug at brúka tær.