Tilboð um heilsukanning við útskúling

Viðtalur 21. mars

Viðtalur 14.-15. november

Álmanakki skúlaárið 2017/2018

Tilbúgvingarætlan í sambandi við eldsbruna í Eysturskúlanum - til næmingar

1.     Tá ið eldur er í, ringir ein sirena.

2.     Eldávaringarnar í skúlanum eru merktar á tekning.

3.     Ringt verður eftir sløkkiliðnum á tlf. 112.

4.     Telefonir at ringja eftir sløkkiliðnum eru á skrivstovuni, í lærarastovunum í C- og E-bygningunum og í svimjihylinum.

5.     Farið út ígjøgnum næstu útgongd ella neyðútgongd í skúlastovuni.

6.     Bíða eitt sindur, um aðrir flokkar eru í gongini, og tað knappliga gerst ov trongt.

7.     Latið flokkar næst útgongdini koma út fyrst.

8.     Øllum nýtist ikki at fara út sama veg.

9.     Rýmast skal tann vegin, har minst roykur er. Oftast minni hiti og roykur niðri við gólvið.

10.  Latið klæðir og skúlating verða, har tey eru.

11.  Næmingar og lærarar ganga burtur frá útgongdum og neyðútgongdum yvir á Eysturvøll beinanvegin, soleiðis at rýmingarleiðirnar ikki verða sperraðar.

12.  Allir flokkar stilla seg á sítt pláss á Eysturvølli.

13.  Tá ið sløkkiliðið er liðugt við sítt arbeiði, gevur skúlaleiðslan boð um, um farast kann inn í bygningin.

Suðuroyartúrurin 21.08.2017 - skrá

Myndir 2016/2017

8. flokkarnir ruddaðu við Láargarð fríggjadagin. Her síggjast røsku næmingarnir í 8. A við fonginum.

At skriva stíl