Boðklivin

Felags foreldrafundur hóskvøldið 7. september

 

Felags foreldrafundur verður hóskvøldið 7.september klokkan 19.00.

 

v.h.

Johann

Heilsan úr Barcelona + myndir

Góðu foreldur

Eg haldi, at tíðin er komin, at tit fáa eina heilsan úr Barcelona.
Veðrið her er framúr gott, akkurát passaligt. Her hevur verið nógv sól, so vit minna næmingarnar á at nýta sólkrem - tað eru tey røsk til. Tó hevur onkur brent seg eitt sindur, men tey eru ófør at smyrja After Sun og Aloe Vera á.
Lagið er gott, og tey hugna sær óført. Stuttligt er at síggja vinarbondini ímillum teirra styrkjast, og at tey koma at kenna onnur í flokkinum, sum tey ikki kendu so væl frammanundan.
Vit hava verið í Barcelona í tveir dagar, har ið vit hava vitjað ymisk forvitnislig støð: Sagrada Familia, Camp Nou, Culumbus-steyran og Park Guell - sera læruríkt og áhugavert. Tað hevur verið ein frægd at vitjað hesi støð við teimum, har ið tey veruliga hava verið áhugað og forvitin. Vit hava ein fittan, danskan ferðaleiðara, sum hevur búð í Barcelona í meiri enn fjøruti ár, við okkum allastaðni, so vit eru í góðum hondum. Næmingarnir hava roynt at funnið onkrar spurningar, sum hon ikki kundi svara, men tey siga, at hon veit alt. Hon dugir væl at greiða frá og hevur tol við okkum. Eisini eru vit lærarar samdir um, at skráin hevur verið akkurát passalig.
Í dag hava vit verið á Santa Suzanna-økinum og latið alt, sum vit hava upplivað og sæð, sodnað eitt sindur. Onkur hevur keypt sær okkurt, onnur spæla kort og hugna sær. Vit hava gjørt av, at vit fara oman á strondina sum bólkur. T.e., at vit fóru oman í morgun eftir morgunmatin, og tey seinastu vóru á hotellinum aftur við lærara kl. 13.00 og fara ikki oman aftur.
Í kvøld vera vit á hotellinum, har ið tey hava lovað at víst Champions League-finaluna, sum fleiri gleða seg til. Eg haldi, at tey flestu hiðani vóna, at Juventus vinnur, so nú fáa vit at síggja.
Sum heild hevur alt gingið væl. Ein svimjihylur er á hotelløkinum, og í minsta lagi ein lærari situr við hylin at kalla allan dagin. Tey sleppa sjálvandi ikki at svimja, um eingin lærari er.
Tit gleða tykkum óivað at fáa tey heim aftur, og nú eru bara nakrir dagar eftir.

Blíðar heilsanir

Johann




Kunning um Barcelona

Góðu foreldur

 

Fyrst av øllum vil eg hjartaliga takka tykkum fyri vakra glasfuglin frá Mikkalina - glas, sum stendur so fittur í vindeygakarminum hjá mær :) Takk fyri.

 

Nú nærkast námsferðin, og tit ótolnast óivað eftir kunning. Tit mugu orsaka, men vit hava arbeitt við at gjalda ferðina, og vit hava samskift við ferðaskrivstovuna.

 

Vit arbeiða við at fáa tiltøkini í Barcelona upp á pláss, eisini arbeiða vit við at gera mannagongdir um, hvussu vit bera okkum at o.s.fr.

 

Men her er ein stutt kunning um ymiskt, sum vit kunnu siga nú:

 

Vit flúgva úr Føroyum 30. mai klokkan 08.00

 

Vit lenda í Føroyum 06. juni klokkan 16.15

 

Lærarar, ið koma við, eru: Durita Jacobsen, Randi Bjørk, Jógvan Martin Mørk og Johann J. Petersen.

 

Vit bjóða tykkum til ein felagsforeldrafund um námsferðina: mánakvøldið 15. mai klokkan 19.00 í Eysturskúlanum

 

Vit búgva í Santa Susanna, sum er uttan fyri Barcelona. Vit búgva á hotellinum, Aquamarina, sum nógvir føroyingar kenna.

 

Innsavnan

Málið var at savna inn til alla námsferðina, men tað kláraðu vit tíverri ikki. Men vit hava goldið fyri ferð og hotell, so eru útferðir og annað eftir. Tí verða øll noydd at gjalda 800 kr.

 

800 kr at gjalda á kontu: 6460-5358347

 

Viðmerk navn á næmingi.

 

Tá er alt goldið; ferð, hotell, matur og útferðir.

 

Lummapengar:

Børnini fáa góðan morgunmat og nátturða á hotellinum. Eisini fáa tey matpakka við teir dagarnar, tá ið vit fara inn í Barcelona ella Figueres. Tí er ikki neyðugt, at tey hava pening við til mat. Tó eru drykkivørur, snacks og okkurt at svala sær við ígjøgnum dagin IKKI við í prísinum.

 

Vit hava saman við foreldraráðnum gjørt av, at hvør næmingur kann hava 20 evrur við um dagin. Tað er umleið 150 krónur.

Tit veksla pengarnar til evrur og leggja teir í lítlar brævbjálvar, sum eru merktir við degnum. Til dømis: 1. dagur ella 01. juni o.s.fr. Lítlu brævbjálvarnir skulu leggjast í ein størri brævbjálva. Hetta verður latið lærarunum, sum teir býta út hvønn morgun.

 

Vit hava eisini gjørt av saman við foreldraráðnum, at tað verður ikki møguleiki at "shoppa". Hetta eru næmingarnir kunnaðir um. Tó kunnu tey, ið ynskja tað, keypa sær okkurt serligt, ið ikki er við í "lummapengunum". Tað skal vera í einum brævbjálva fyri seg, sum er merktur. Vit hava sett tað markið at vera 70 - 150 evrur. Umleið 500 – 1200 krónur. Næmingurin kann biðja um brævbjálvan ein av døgunum, og vit geva honum so brævbjálvan.

 

At hava við:

Seinni kemur ein meiri fullfíggjaður listi yvir, hvat ið næmingarnir skulu hava við. Her eru bara nøkur ting.

Vit eru burtur í átta dagar, so neyðugt er, at næmingarnir hava klæði til allar dagarnar. Vit hava ikki møguleika at vaska klæði.

Veðrið er vanliga gott um hesa tíðina, tað liggur ímillum 15 - 24 hitastig. Tí mugu næmingarnir hava sólkrem og aftersun við.

Eisini skulu næmingarnir hava eina lítla vatnfløsku og eina lítla tasku við, sum tey altíð skulu hava uppi á sær.

 

Nakað serligt:

Er nakað, vit skulu vita, eitt nú um næmingurin tekur heilivág ella annað, kunnu tit so vinarliga ringja ella senda t-post til ein av lærarunum, ið koma við.

 

Vit arbeiða við at savna alt tilfarið, soleiðis at øll kunningin er savnað. Hetta fáa tit sjálvandi, tá ið tað er klárt.

 

E.S. Sum tit kanska vita, so hevur Birna átt ein fittan beiggja, og vit ynskja henni hjartaliga til lukku við honum.

 

Blíðar heilsanir

Johann J. Petersen tlf. 262974 t-post: johannjpetersen@gmail.com

Durita Jacobsen  tlf. 210963 t-post: durita.jacobsen@skulin.fo

Randi Bjørk tlf: 519202 t-post: randi.bjoerk@skulin.fo

Jógvan Martin Mørk tlf: 214753 t-post: jm0810v5@skulin.fo

 

 

Kvøldskúlaframýningin :)

 

Okkara síðsta tiltak til at savna pening til námsferðina gav 24739 kr í vinningi til okkum. Tað er ordiliga gott, foreldur og næmingar vóru ófør :)

 

Kunnandi fundur viðvíkjandi námsferðina verður seinni, tit frætta aftur.

 

 

Hey tit øll :)

Nú kom tíðin, at eg fari í barsil. Eg takki fyri tíðina eg havi havt saman við tykkara fittu børnum, tey eru fantastisk.

Frá í næstu viku kemur Magni Jakobsen at hava flokkin í støddfrøði og lívfrøði. Skemaði hjá flokkinum er broytt eitt sindur, sí skemaði á síðuni og næmingarnir hava fingið eitt nýtt skema heim við. 

Hanna Mikkelsen verður flokslærari í flokkinum.

Durita Jacobsen skal við flokkinum til Barcelona. 

Vinaliga

Birna 

Viðtalurnar miku og hósdagin 22 og 23 mars.


Góðu foreldur

Nú nærkast námsferðin til Barcelona.

Vit vilja takka tykkum fyri, at tit hesi ár hava verið so røsk at savna pening inn saman við børnum tykkara, soleiðis at henda námsferð er møgulig. Børnini gleða seg heilt nógv.

Ferðaseðlarnir til Barcelona eru bílagdir, og vit hava goldið depositum. Í løtuni eru vit í gongd við at samskipa útferðirnar saman við ferðaskrivstovuni 62 norð, og hetta hevur tikið rúma tíð. Vit gleða okkum at geva tykkum eina fullfíggjaða skrá í sambandi við túrin.

Teir lærararnir, ið fara við flokkunum til Barcelona eru: Johann og Randi, umframt Jógvan Martin Mørk, varaskúlastjóri. Helst kemur ein lærari við afturat fyri Birnu, sum tá er farin í barnsburðarfarloyvi - tað er ikki komið endaliga upp á pláss, hvør ið kemur við, helst verður tað ein av lærarunum, ið hava flokkin.

Vit hava savnað til samans: 203.000 kr. Tvey tiltøk eru eftir. Í hesum døgum selja vit fisk, og so er tað páskareggtombola, sum verður 8. og 9. apríl. Vónandi selja vit nógvan fisk, so at vit gjalda sum minst sjálv.

Vit skulu hava nøvnini hjá øllum næmingum. Minnist til at geva okkum tey nøvn, sum standa á passinum hjá næminginum. Eisini skulu vit hava telefonnummur hjá øllum foreldrum og telefonnummur hjá næmingum, sum hava fartelefon við.

Vinaliga trýstið á leinkið niðanfyri og fyllið skjalið út fyri tykkara barn!

https://docs.google.com/spreadsheets/d/1EzWLVepUcPD2T-jMcv5D42fdcu9itz0vQqxABgR9nDY/edit#gid=0

Gevið gætur! Kannið eftir, um passini eru ov gomul, so at tit endurnýggja tey nú!

Fráferð úr Føroyum til Barcelona: 30.05.2017 klokkan 07.40

Heimferð til Føroya: 06.06.2017 klokkan 13.10, og vit lenda í Føroyum klokkan 15.55.

Ein kunnandi fundur verður stutt fyri námsferðina.

Blíðar heilsanir

Birna og Johann

Bræv til foreldrini viðvíkjandi SSP døgum og Foreldrafundur hókvøldið 23. feb (SSP skipar fyri)

                                                                                                                             Tórshavn 06.02.2017

Til Eysturskúlan                                                                                    

                                                        

7.b flokkur verður biðin um at koma til bustiundirvísing, mánadagin 13.02.2017 á tannlæknastovuni.

 Kl. 08.30  skulu 6 næmingar møta, restin fær boð so hvørt hini eru liðug.  

TANNBUST VIÐ!!! 

Um tað ikki liggur fyri hjá tykkum at  koma henda dagin, vinarliga sig okkum frá.

 

Vinarliga,

Barnatannrøktin

Tlf. 30 25 25

 

 

 

 

Nissuvinir :)

 

Flokkurin hevur ynskt at hava nissuvinir í desembermánaði.

Tey hava fingið hvør sín nissuvin í dag, ið tey skulu hugna um. Ætlanin er ikki, at ov nógvir pengar skulu vera brúktir, men heldur skal tað bara vera tankin, ið telur.

Um man velur at keypa gávur, kann man í mesta lagi brúka 40 kr til samans.

Nissuvinurin er loyniligur, vit gita, hvør hevur hvønn fríggjadagin 16.des.

 

Jólahugni í 7. flokki

 

14. desembur kl 17.30-19.00 verður jólahugni í 7. flokki. 

 

Vit fara at eta saman, hugna okkum og kanska syngja onkran jólasang :) 

 

At hava við: 

Gentur: 1 kannu av kaffi

Dreingir: 1 kannu av the

 

Øll: 

Ein rætt til sjálvtøkuborðið 

tallerkar og bestikk til egið brúk 

20 kr til saft og serviettar 

 

Møtið fjølment

 

Foreldraráðið, Johann og Birna

Góðu foreldur

Fartelefonir í Eysturskúlanum

Vit hava tey seinastu árini lagt merki til, at næmingar í framhaldsdeildini eru meira og meira knýttir at fartelefonum.

Fyri nøkrum árum síðani, vóru fartelefonir ein stórur, órógvandi trupulleiki í undirvísingini, men í dag síggja vit trupulleikan størri í fríkorterunum. Tað er á ein hátt syrgiligt at síggja so nógv ung fólk sosialisera seg burtur frá vinum og floksfeløgum. Tey sita saman í stórum bólkum uttan at vera saman, ístaðin sita tey og stara niður í eina fartelefon. Vit eru sannførd um, at fartelefonin er ein stórur stressfaktorur í teirra tilveru, tey skulu alla tíðina vera tøk at svara smsboðum og dáma alt møguligt á sosialu miðlunum.

Sum skúli hava vit eina uppgávu at læra hesi ungu fólk at virka í felagsskapinum. Vit fara tí at gera eina roynd at fáa tey at hugna sær, stuttleika og práta meira saman í fríløtunum. Vit vóna, at tit foreldur stuðla okkum. Sum vit skilja, so halda nógv foreldur eisini, at tey ungu brúka so nógva tíð á netinum.

Fyrsta stig á vegnum er, at vit fara at hava ein fartelefonfrían desembermánað, tað merkir, at vit onga fartelefon vilja síggja í skúlatíð. Vit mæla til, at fartelefonirnar liggja eftir heima. Verður hon brúkt í skúlatíð, t.e. bæði í tímunum og í fríkorterunum, verður hon tikin og løgd upp á skrivstovuna, har ið foreldur ella onnur avvarðandi kunnu koma eftir henni. Hon verður ikki útflýggjað næmingum.

Skúlin keypir nøkur spøl, so næmingar kunnu spæla í fríkorterunum.

Vónandi taka tit væl undir við hesum tiltakinum.

Ein heilsan frá Krisinnu (praktikantinum)

Góðu foreldur

Nú, vit hava myrkastu tíð á árinum, eru ávísir ferðslutrupulleikar um morgnarnar, tá ið børnini koma í skúla. Hetta ger seg serliga galdandi ovast í Tórgarðsgøtu, har 1., 2. og 3. flokkur eru.

 Trupulleikin ger seg serliga galdandi á morgni, tá ið foreldur koma við børnunum í skúla. Ovast í Tórgarðsgøtu er so trongt at venda, at tað er so skjótt, at proppur kemur í, tá ið bilar standa stillir bæði omaneftir og niðaneftir. Og tað er júst her, at børnini, sum eru til gongu í skúla, skulu yvir um vegin. Tey skulu yvirum vegin millum allar bilarnar, sum standa parkeraðir, og tískil kenna tey og foreldur teirra seg sera ótrygg.

 Gott hevði verið, um vit øll royndu at hugsa um hetta framyvir.

Eitt gott hugskot fyri tey, sum koma gjøgnum Skúlagøtu, er at seta børnini av, á veg omaneftir Tórgarðsgøtu, beint omanfyri busssteðgistaðið. Børnini, sum verða koyrd í skúla, sleppa undan at fara yvir um vegin, tá ið tey skulu inn í lítlagarð, og børnini, sum eru til gongu, sleppa undan at fara millum allar bilarnar. Skulu tit fylgja børnunum inn, ber til at seta bilin frá sær og ganga við børnunum.

 Vónandi vilja tit hjálpa okkum at økja um trygdina við skúlan.

 

Blíðar heilsanir

 

Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóri.

 

Viðtalur 26 og 27 okt.

Vit fáa eina danska læraralesandi gentu í starvsvenjing hjá okkum frá 31.okt til 9.des.

Hon skal vera í 7.b í øllum støddfrøði tímunum.

Hon eitur Kristinna og kemur at heilsa uppá okkum í dag.

Hey :)


Tit eru ófør at selja fisk. Og hetta sær út til at geva okkum fitt av peningi til ferðina.

Næsta tiltaki er at selja álmanakkar fyri Javna. Og nú eru tað næmingarnir, ið skula arbeiða.
Álmanakkin kostar 100 kr. Javni letur seljarnum 15 kr. fyri hvønn selda álmanakka.

Vit hava bólkað næmingarnar í smærri bólkar, og hvør bólkur hevur fingið eitt ávíst øki, har selt verður. Javni heitir inniliga á seljararnar at halda seg til ávísa øki.
Tann fyrstnevndi á bólkalistanum, er ábyrgdari fyri sín bólk.

Næmingarnir vita, hvørjum bólki, tey eru í; tey vita eisini, hvørja rutu tey fáa og kenna til flytingaráheitanina. Men gott í tykkum, hjálpið børnunum at finna júst sína rutu og gjøgnumgangið flytingaráheitanina saman við teimum.
Javni og vit eru sjálvandi áhugað í at selja so nógvar álmanakkar sum gjørligt. Vit fara tí vinaliga at heita á næmingarnar at banka uppá aftur, har eingin var inni. Kanska kvøldið eftir.

Edny Poulsen (mammu Femju í 7.b) kemur út við álmanakkunum til ábyrgdarnar fríggjadagin 30.sep (seinnapart/kvøld)

Tey fáa eina viku at selja. Bólkarnir avtala sínamillum, nær tey selja.

Tey skulu lata pengarnar og flytingaráheitaninar til Edny fríggjakvøldið 7.okt. Hon býr í Tjarnarlág 15

Um onkur ikki fær komið til Edny, so ringið til hennara (218364), og tit avtala við hana hvat og hvussu.


 Í hvørjum posa frá Javna er:

1)      Kalendarar

2)      Bræv til allar seljarar 

3)      Brævbjálvi við flytingaráheitanum 

4)      Kort yvir økið, har seljast skal

5)      Ein pennur

6)      1 pungur til pengarnar

Vónandi selja vit nógvar álmanakkar.

Vinaliga
Birna

7. flokkur til Barcelona

 

Góðu foreldur

Vit hava tikið avgerðina um at fara námsferð til Barcelona 30. mai til 06. juni 2017.

Vit løgdu fram á felags foreldrafundinum 7. september teir ymisku møguleikarnir, vit hava kannað. Vit eru samd um, at Barcelona er rætta valið, og vit hava ikki fingið nakrar viðmerkingar.

Orsøkin til, at vit hava valt Barcelona, er m.a., at kostnaðurin er lægri enn t.d. Ísland. Atlantsflog flýgur beinleiðis. Har er gott og trygt at vera, og aðrir skúlar hava roynt tað áður við góðum úrslitum. Vit búgva á góðum, men bíligum hotelli. Og har eru nógvir møguleikar at læra um teirra mentan og land, og vænta vit, at hetta verður nakað, sum næmingarnir fara at hava við sær restina av lívinum.

Hetta er ein námsferð, og ikki ein túrur suðureftir at sóla sær, sum vandin kundi verið, tá ið ferðamálið er Barcelona, vit fara at gera okkara til, at námsferðin verður lærurík. Vit fara næstu vikurnar at leggja eina góða og læruríka skrá fyri túrin.

 

Vit fara í næstum at bíleggja ferðaseðlar, hotell v.m. so okkum tørvar at fáa at vita, hvør ið kemur við og nøvnini á passunum. Sjálvandi vóna vit, at øll kunnu koma við.

Foreldraumboðini eru í gongd við at fyrireika tey síðstu tiltøkini, soleiðis at vit vónandi fáa nokk av peningi til námsferðina.

 

Vinarliga

 

Birna og Johann

 

Felags foreldrafundur mikudagin 7.sep kl 19.00

Skrá:

  • Felags kunning fyri alla framhaldsdeildina í D lonini.
  • Kunning fyri 7.flokkunum í flokshølunum.
  • Foreldraráðið eigur ein part av fundinum. (innslag frá Mari Ann Ellendersen)

Tey, sum skulu konfirmerast í Havnar kirkju várið 2017, skulu møta í KFUK týsmorgunin 30.august klokkan 8.00.
 
Havið dóps- ella navnabræv við.
 
Tann afturvendandi konfirmantalegan verður 18. og 19. Novembur. Í hesum sambandi fáa konfirmantarnir frí úr skúlanum fríggjadagin, tá ið legan byrjar. Tað vil siga 18. Novembur.
 
 Eg síggi fram til gott og gevandi samstarv.
 
Um tit hava viðmerkingar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.
 
Vinarliga
 
Ann Dahl Hansen, prestur.