Viðtala!

Enskur stílur 12. februar 2019

Roknivika 29. okt - 2. nov
Í hádeildini verður 1. skúlatími nýttur til rokning. (líka sum í lesivikuni)

Næmingarnir arbeiða í sínum flokki. Flokslærararnir býta sín flokk í bólkar við 3 næmingum í hvørjum bólki. (ella 2 um tað ikki passar við 3 næmingum í hvønn)

Evnið er húsakeyp og øllum tí, ið hoyrir til.
Næmingarnir fáa eitt arbeðshefti við uppgávum, ið tey brúka alla vikuna. Uppgávurnar verða tøkar mánamorgunin.

Uppgávurnar í heftinum eru stigbýttar, soleiðis at allir bólkar eiga at náða fyrstu uppgávuna. Tað eru 2 uppgávur aftur at til tey, ið rokna skjótt.

Ítróttarætlan

Álmannakki

Skrubb

Skrivikapping fyri norðurlendskar næmingar í framhaldsdeildini

Royndartíðir í føroyskum

Pensumlisti til søguroynd

Royndartíðir søga

Skrivlig roynd juni 2018

Yvirlit yvir framløgurnar

Álmannakki 2017/2018

Jólaroyndin hjá 8. flokki

Viðtala hósdagin 09.11.17

Góðu foreldur og næmingar í 8.flokkunum

So fara vit á setursskúla!

Í ár fara allir 8.flokkarnir til Runavíkar á setursskúla. Vit gista í skótahúsinum við Løkin. Vit hittast í Eysturskúlanum mikumorgunin 01.11.2017 klokkan 09.00. Bussur koyrir frá Eysturskúlanum til Runavíkar, og vit koma aftur hósdagin 02.11.2017 um 15 tíðina.

Næmingarnir rinda 150 krónur til flokslæraran í seinasta lagi týsdagin 31.10. 2017.

At hava við:

· Soviposa + kodda

· Vaskigreiðir (at vaska sær við)

· Góðan matpakka til fyrstu máltíðina

· Góð gonguklæði

· Borðspøl og kortspøl (um tykkum lystir)

 

 

Allir tríggir flokslærararnir og Annika koma við á setursskúla.

Gott hevði verið, um onkur tykkara kundi bakað bollar ella eina skuffukøku til morgunmatin og hugnaløtuna.

Sigið okkum, hvør ið bakar!

 

b.h.

 

John, Rúni, Annika og Johann

Felags foreldrafundur

Kakulisti