Próvtøkutíðir - alis- og evnafrøði 9.d

Tekstuppgeving í alis- og evnafrøði

Próvtøkusíður og klokkutíðir í Samfelagsfrøði 04. juni

Klokkutíðir til munnliga próvtøku í føroyskum!

Skrivliga próvtøkan hjá 9.fl 2021

Síðsti skúladagur - kunning

Skúlafótbóltur

Góðu foreldur og næmingar í 9.d

 

Sum tit vita, so gjørdist lærarin hjá børnum tykkara í 9.d í føroyskum, søgu og samfelagsfrøði sjúkur. Hetta viðførdi eina longri sjúkramelding.

Tað var umráðandi fyri skúlan at næmingarnir í 9.d vórðu loftaðir beinanvegin, og at aðrir lærarar kundi yvirtaka undirvísingina í omanfyri nevndu lærugreinum.

Síðani sjúkrameldingina, sum varir til skúlaársenda, hava Ingi á Smið, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og eg, Eyðna Magnussen, lisið tímarnar í søgu, samfelagsfrøði og føroyskum í 9.d.

Vit eru øll royndir lærarar og faklærarar, so næmingarnir eru og hava verið í góðum hondum.

Avgerð er tikin um, at Ingi og Carl Eli fara at hava allar tímarnar líka til næmingarnir eru lidnir við skúlaárið. Um so er, at munnliga próvtøkan fellir á hesar ella aðra av hesum lærugreinum, tað vita vit ikki enn, so verða tað Ingi og/ella Carl Eli, sum fara at føra næmingarnar upp til próvtøku í søgu og samfelagsfrøði.

Munnliga próvtøkan í føroyskum er longu farin í gongd. Næmingarnir trektu hugdýpingarøkið í føroyskum beint fyri páskafrítíðina. Tað hava tit allarhelst hoyrt um. Teir gera beint nú eina synopsu, sum verður latin inn í komandi viku. Allir næmingarnir hava eisini valt sín próvtøkutekst, so fyrireikingin hevur gingið væl. Eg vegleiði tey allanvegin ígjøgnum í smb. við at skriva synopsuna og at velja sær próvtøkutekstin, og síðan er tað uppgávan hjá næmingunum at brúka sínar førleikar at greina og tulka tekstirnar, ið tey hava valt. Munnliga próvtøkan er ikki fyrr enn í juni, so tey hava góðar stundir at arbeiða við tekstinum, og tit kunnu væl hjálpa teimum eisini.

1.mai, tá ið synopsan er góðkend og er latin inn, so fer 9.d at fyrireika seg til skrivligu próvtøkuna. Tá  yvirtekur Jacoba Lervig flokkin í føroyskum, so frá 1.mai verður Jacoba føroysktlærari í 9.d.

 

....og nú eg havi tykkum her....

Seinasti vanligi skúladagur hjá 9.flokki í ár er 18.mai.

Skrivliga próvtøkan byrjar 20.mai. Hana frætta tit um seinni.

 

Blíðar heilsanir

 

Eyðna Magnussen, skúlastjóri

Viðtalur várið 21

Hey tit í 9.d :)

Smávegis broytingar verða í tímatalvuni hjá tykkum komandi vikurnar. Hetta verður gjørt fyri at fáa CS, IS og EM (samfelagsfrøði, søgu og føroyskt) at passa inn í tímatalvuna hjá tykkum, nú Rannvá er burtur.

Broytingarnar snúgva seg um at flyta ímillum tímarnar í samfelagsfrøði, søgu og føroyskum.

Mánadag hava tit samfelagsfrøði tveir tímar. Týsdag, tveir tímar í føroyskum og tveir í søgu. Hósdag hava tit tríggjar tímar í føroyskum.

Bh Eyðna

Kunning um skrivliga roynd

Góðu foreldur í 9.d

Skal kunna tykkum um, at Rannvá, lærarin hjá 9.d í føroyskum, søgu og samfelagsfrøði er sjúkrameldað til 16.mars.

Eg (Eyðna) fari at lesa tímarnar í føroyskum, og Carl Eli fer at lesa tímarnar í søgu og samfelagsfrøði til Rannvá kemur aftur.

Blíðar heilsanir

Eyðna Magnussen, skúlastjóri

Verkætlan - kunning

Ein góð verkætlan - vegleiðing!

Skrivlig jólaroynd - tíðir og lærugreinar

Uppstillingarlisti til skúlastýrisvalið

Her er leinki til spurnarkanning um rúsdrekka. Kunnu tit vinarliga svara hesum: 

https://forms.office.com/Pages/ResponsePage.aspx?id=TWbUsi8C20e3cWLMLmUxR_AzKPbGXB9Kn0vWu2PucVpUNFQyN0pPT0dUVUNNUDZWME9PMEhYQzNDQy4u

 

Viðtalur - tíðir

Skúlastýrisval

Kalendarin

Kalendarin 2020-2021

Korona - kunning til børn og vaksin

Skriv um fyribyrging av Coronasmittu

Faldari um skrubb

Rita ein tíma

https://blockly.games/?lang=fo https://hourofcode.com/us

Skriv frá skúlastýrinum um ferðslu við Eysturskúlan

Viðtøkur fyri næmingaráð í Eysturskúlnum

Minst til at lesa heima minst 4 dagar um vikuna í minst 1 korter.