Førleikastovan

Førleikastovan

Førleikastovan í Eysturskúlanum varð stovnað 2012. Í Førleikastovuni eru lærarar, ið hava tikið serútbúgving innan ávís øki. Leiðari er Petry Hádal Johansen, sum er serlærari og AKT-lærari. Sóleyð M. Gøthe Tausen er lesivegleiðari og arbeiðir sum orðblindalærari. Heilsufrøðingurin og SSP-lærarin eru eisini knýtt at Førleikastovuni. 

Arbeiðið hjá Førleikastovuni er millum annað at ráðgeva lærarum og leiðslu, tá ið talan er um næmingar, ið hava tørv á serligari fyriskipan. Førleikastovan er millumlið millum skúlan og Sernám og umboðar skúlan til fundir við foreldur og avvarðandi mynduleikar. 

Lesivegleiðarin ger lesiroyndir í 1.- 5. flokk tvær ferðir um árið. Úrslitini verða brúkt innanhýsis til at eftirmeta lesiundirvísingina. Flokslærararnir verða kunnaðir um úrslitið, og har tørvur er á tí, verða átøk sett í verk.