Jólaklipp

27.11.15 Vit hava í dag havt ein sera hugnaligan og væleydnadan dag! Byrjaðu við at klippa jólapynt og prýða stovuna og síðan hugdu vit eftir einum jólafilmi, meðan vit ótu matpakka. Vit fara at pynta eitt sindur meir í næstu viku og um tit foreldur hava okkurt jólapynt, sum tit ikki brúka, so eru tit vælkomin at geva næmingunum tad við til floksstovuna. Takk fyri, at tit eiga so fitt og skilagóð børn! Hanna og Joanna