Boðklivin

Góðu foreldur,

25. septembur og 2. oktobur fara vit at hava foreldraviðtalur. Næmingarnir skulu vera við til hesar viðtalurnar.

Um tit býta um tíðir, so kunnu tit bara siga frá við at senda okkum sms.

516911(Hanna)/220997(Joanna)

 

25. septembur
14.00   Hákun

14.15   Ísakur

14.30   Nicole

14.45   Eva

15.00   Luca Eyðun

15.15   Óli

15.30   Martin

15.45   Sofía M

 

16.15   Tóri

16.30   Silas J

16.45   Teitur

17.00   Valdemar

17.15   Ólavur

17.30   Inga

17.45   Katrin J

18.00   Fríði

18.15   Ørvur

  

2. okt.
14.00   Heiða

14.15   Dávid

14.30   Hanus

14.45   Jónas

15.00   Ásgerð

15.15   Róar

15.30   Isabella

15.45   Silas I

 

16.15  Katrin S

16.30   Gabriella

16.45   Emma

17.00   Tita

17.15   Sofía H

17.30   Silja

17.45   Lóa

18.00   Lukas

 

Fnat


Góðu foreldur

Vit vilja kunna tykkum um, at 'fnat' gongur í innskúlingini. Er illgruni um 'fnat' hjá tykkara barni, er týdningarmikið at koma í viðgerð beinanvegin. Her er viðfest ein leinkja.

https://www.netdoktor.dk/sygdomme/fakta/fnat.htm

 

Undir "Kunning" her á heimasíðuni, finna tit eina leikju til mjókaskipanina.

Eins og undarfarna ár, hava tit eisini møguleika at bíleggja matpakkar á www.matpakkin.fo

 

http://www.eysturskulin.fo/?p=25

 

Gongutúrur til Kirkubøar

Fyrisøgn
Vit eru liðug við bøkurnar Lær teg at stava 1 og 2. Nú fara vit í gongd við nakrar nýggjar fyrisagnir.
Næmingarnir hava fingið eina fyrisøgn í postmappuna, sum tey skulu fyrireika heima.
Hetta fara vit nú at gera hvørjaferð tey skulu fyrireika fyrisøgn heima.

Góðu foreldur,

6. og 7. mars fara vit at hava foreldraviðtalur. Næmingarnir skulu vera við til viðtalurnar.

Um tit býta um tíðir, so kunnu tit bara siga frá við at senda okkum sms.

516911(Hanna)/220997(Joanna)

 

6. mars
14.00   Hákun

14.15   Ísakur

14.30   Nicole

14.45   Eva

15.00   Luca Eyðun

15.15   Óli

15.30   Martin

15.45   Sofía M

 

16.15   Tóri

16.30   Silas J

16.45   Teitur

17.00   Katrin S

17.15   Ólavur

17.30   Tanja

17.45   Katrin J

18.00   Gabriel

18.15   Ørvur

  

7. mars
14.00   Heiða

14.15   Dávid

14.30   Hanus

14.45   Jónas

15.00   Ásgerð

15.15   Róar

15.30   Isabella

15.45   Silas I

 

16.15   Valdemar

16.30   Gabriella

16.45   Emma

17.00   Tita

17.15   Sofía H

17.30   Silja

17.45   Lóa

18.00   Lukas

25.10.2016

Lesa og skriva nógv í eina tíð

Góðu foreldur,

Sum tit nokk hava lagt tilmerkis, so fara vit at lesa og skriva eyka nógv komandi vikurnar! Vónandi gevur hetta tað úrslit, sum vit vænta okkum.

Vit hopa, at tit stuðla okkum í hesum!

Vinarliga

Hanna og Joanna

Skrivað hósdag 06.10.2016

Í morgin er rennidagur.

Næmingarnir skulu vera í klæðum, ið hóska til veðrið og hava matpakka við.Frítíðarskúlin heintar næmingarnar kl 12.00.

Dreingirnir eru bodnir í føðingardag hjá Jónasi kl 12.30-16.00.

Vit ynskja tykkum eina góða heystferiu! :)

Vinarliga

Hanna og Joanna

Juni 2016 - Myndir frá summarútferðini hjá okkum :)

Spæliplássi, sum er beint við síðunar av hjá Hannu.

Gongutúrur til Kirkjubø

Túrur í juni 2016 í mjørka :)

Foreldraviðtalur í 2. flokki

 

Ynskiligt er at næmingarnir eru við til viðtalurnar.

Vinarliga býtið um tykkara millum, um ikki ber til at koma ásettu tíðina.

 

26. septembur

14.00   Hákun

14.15   Eva

14.30   Nicole

14.45   Luca Eyðun

15.00   Ísakur

15.15   Sofía H

15.30   Martin

15.45   Óli

16.00   Ørvur

16.15   Silas J

16.30   Teitur

16.45   Emma

17.00   Heiða

17.15   Katrin J

17.30   Tanja

17.45   Tóri

18.00   Lóa

18.15   Gabriel

 

5. oktobur

14.00   Isabella

14.15   Dávid

14.30   Hanus

14.45   Jónas

15.00   Lukas

15.15   Ólavur

15.30   Róar

15.45   Silas I

16.00   Valdemar

16.15   Gabriella

16.30   Henna

16.45   Katrin S

17.00   Silja

17.15   Sofía M

17.30   Tita

17.45   Ásgerð

 

 

Vinarliga

Hanna og Joanna

Felags foreldrafundur 19. sept. sí skriv á forsíðu skúlans

http://www.eysturskulin.fo/?p=newsarticle&NewsarticleId=75

 

Felagsforeldrafundur

Góðu foreldur!

Sum tit hava sæð á vikuætlanini, so verður árligi foreldrafundurin í morgin hóskvøldið 8. sept. kl. 19.00.

Á fundinum verða tit kunnað um arbeiðið í flokkinum sum heild, ársætlanir verða lagdar fram, og tit fáa høvi at heilsa upp á allar lærararnar, sum eru í flokkinum, umframt hvønn annan.

Eisini skulu foreldraumboð veljast.

Boðið frá við telduposti ella sms, um so er, at ikki ber til at koma.

Gleða okkum at síggja tykkum!

Vinaliga

Hanna (516911) og Joanna (220997), flokslærarar

2. flokkur 18. aug

Heimsins fittasti og stuttligasti 2. flokkur.
Ongin Inga longur. Hon er farin í farloyvi í 1 ár. Vónandi kemur hon aftur komandi skúlaár.
http://www.eysturskulin.fo/?p=newsarticle&NewsarticleId=75

Vit fara aftur í skúla mánadagin 15. august

Farið verður aftur í skúla mánadagin 15.august.

2. - 9. flokkarnir møta kl. 10.00 og eru í skúla umleið ein tíma. Foreldur at børnunum í 2.flokki kunnu lata tey í Frítíðarskúlan frá kl. 13.00

1.flokkur møtir kl. 11.00 og eru í skúla í umleið ein tíma. Starvsfólk frá Frítíðarskúlanum verða við og møguleiki er at vitja í Smílibýlinum.

Nám X møtir kl. 13.00 í skúlahøllini. Næmingarnir verða býttir í breyt 1 og myndir verða tiknar. 

Vit gleða okkum sooooooooooooooooo nógv at síggja tykkum í 2. flokki!! :D

Hey tit

Síðsti skúladagur er fríggjadagin.

Vit møta kl. 08.00. Øll hittast í auluni kl. 10.00, har skúlastjórin biður góða summarferiu.

Síðan hava øll frí, men vit ansa børnunum til frítíðarskúlin kemur eftir teimum kl. 12.45.

Er tað so, at summi ynskja at fara heim aftan á løtuna í auluni, siga tit bara frá við at senda sms til okkara.

Vinaliga og góða summarferiu
Hanna(516911) og Joanna(220997)

13.06.2016

Norðurlendskir leikir í innskúlingini

Góðu foreldur og næmingar í innskúlingini.                           

Í morgin, týsdagin 14. juni og mikudagin 15. juni fara næmingar í innskúlingini at kappast í Norðurlendsku leikunum. Týsdagin fara vit niðan á Tórsbreyt og mikudagin kappast vit á Eysturvølli.

Næmingarnir møta sum vanligt í skúlanum. Vit fara til gongu eftir morgunsangin.

Teir skulu onga skúlatasku hava við, men eina tasku til matpakkan og okkurt drekkandi. 

Næmingarnir skulu vera ílatnir til ítrótt og at vera úti.

Vit gleða okkum

 

Heilsan

lærararnir í innskúlingini

 

03.06.15

Góðu foreldur,

Mándagin 6. juni fer innskúlingin ein gongutúr til Kirkjubøar.
Vit møtast úti hjá Poul Muller, bónda kl 8.00. Sostatt mugu tit syrgja fyri farti út hagar.
Latið børnini skilagott í! Havið góðan matpakka og okkurt at drekka við í einum ryggsekki.
Bussur er eftir okkum í Kirkjubø. Tá vit koma til Eysturskúlan fær 3. fl. frí og 1. og 2. fl. fara í frítíðarskúla.

Vit gleða okkum!

Vinarliga
Lærarar í innskúlingini


GG. Um ALS ikki viðrar verður vanlig skúlagongd!

Vitjan av løgregluni

Í morgun hava vit havt vitjan av løgregluni. Hava lært um ferðslu.
Tit kunnu tosa um hetta heima.

Biotúrur í NLH

Í morgun hava vit verið í NLH og heilsa uppá Mumi og lítlu Mý. Eisini vóru vit í einum skógi, sum Edvard Fuglø hevur gjørt.
Síðan sóu vit sjálvan filmin.

25.01.2016

Hervið kunning um lesing.

Góðu foreldur,

Sum tit helst hava lagt til merkis, so hava tey øll fingið eina mappu í taskuna. Hendan mappan skal, eins og Súlubókin, altíð vera í taskuni. Í henni er listi yvir valdar/lisnar bøkur. Har skriva vit heiti og dato, so hvørt sum tey skifta bók. Har liggur eisini eitt lesikort. Meiningin er at tey lesa, so gott sum hvønn dag, bæði í skúlanum og heima. Vit hugsa okkum uml. 15 min. um dagin. Tá ið tey hava lisið heima, skr. tit dato, síðutal og h ( fyri heimað). Vit gera tað sama og skr. s (fyri skúla)

Vit brúka krabbabøkurnar. Til hvørja bók, skulu tilhoyrandi uppgávur loysast. Tær fáa tey frá okkum.

Av royndum vita vit, at hetta er ómetaliga mennandi og fremjandi fyri lesiførleikan. Vit vóna at tit taka undir við hesum átakinum, og takka uppá forhond :)

Góðu foreldur,

Vit vilja boða frá, at foreldraviðtalur vera týsdagin 8. mars og mikudagin 9. mars.

Næmingarnir skulu vera við til viðtaluna.

 

VIÐTALUTÌÐIR :

TÝSDAGIN  8. mars 2016

 

14.00  Hanus

14.15  Heiða

14.30  Ísakur

14.45  Lóa

15.00  Luca Eyðun

15.15  Isabella

15.30  Katrin J.

15.45  Tóri

STØÐGUR

16.15  Ólavur

16.30  Emma

16.45  Silja

17.00  Óli

17.15  Nicole

17.30  Sofía H.

17.45  Tita

18.00  Teitur

18.15  David

_____________________________

 

MIKUDAGIN 9. mars 2016

14.00 Silas I

14.15  Inga

14.30  Róar

14.45  Silas B.J

15.00  Jónas

15.15  Gabriella

15.30  Lukas

15.45  Valdemar

STØÐGUR

16.15   Martin

16.30   Katrin S.

16.45   Sofía M.

17.00  Ørvur

17.15  Henna

17.30 Hákun

17.45 Eva

18.00  Tanja

 

Vinarliga skiftið um innanhýsis, um ikki ber til ásettu tíð.

 

Vinarliga

Hanna og Joanna

Viðheft er bræv frá Eysturskúlanum. Trýst á leinkjuna niðanfyri!

Myndatøka

1. Flokkur tekur myndir kl 8.00 hósdagin.

Frídagur týsdagin

Seinni skeiðdagur er komandi týsdag. So tá hava næmingarnir frí.

Frítíðarskúlin hevur opið frá 7.45 til 17.00.

11.01.2016

Frídagar vegna skeið!

Mánadagin 16. januar og týsdagin 1. mars skulu allir lærarar í Eysturskúlanum á skeið.

Sostatt hava allir næmingar frí hesar báðar dagarnar.

Vinarliga

Hanna og Joanna

____________________________________________

Føstulávintsmánadagur - kunning

Næmingarnir møta sum vanligt kl. 8.00.

Næmingarnir í Nám X hava vanliga undirvísing frá kl. 8.00-9.30

Kl. 9.00 fara næmingarnir í 1.-9.flokk upp á gólv í skúlahøllini. Kl. 10.00 sláa næmingarnir tunnu og kattakongarnir fáa krúnu á høvdið. 

Næmingarnir í Nám X fara upp á gólv kl. 10.00 og aftaná er tunnusláing í Veðragarðinum. 

Allir næmingarnir fáa hálvmána og Pop Top.

Frítíðarskúlin heintar næmingarnar í 1. og 2.flokki til vanliga tíð.

Týsdagin 9.februar hava øll frí.

19.01.2016

Matarlisti til veitsluna komandi fríggjakvøld 22. januar kl 17.30-19.30

 Ørvur, Ásgerð, Tanja, Ísakur, Silas J:

Tveir pakkar av matpannukøkum hvør (8 í pakkanum)

 

Óli, Ólavur, Dávid,Tita:

Eitt kg. av tilgjørdum/kryddaðum hakkikjøti hvør

 

Hákun, Henna, Heiða, Inga:

Tríggjar pakkar av skinkustrimlum hvør

 

Silas I, Róar, Martin:

Tríggjar sundurskornar agurkur hvør

 

Hanus, Eva:

Fýra dósir av maisi hvør

 

Nicole, Luca Eyðun, Jónas:

Tríggjar sundurskornar piparfruktir

 

Sofía H:

Tveir dunkar av dressingi

 

Emma:

Tveir dunkar av ketjup

 

Teitur, Katrin S, Katrin J, Gabriella, Sofía M:

Eina portión av vaflum hvør

 

Silja, Lukas, Lóa, Tóri:

Tveir pakkar av pískaðum róma hvør

 

Isabella:

Tvær krukkur av súltutoyi

19.01.2016

100 dagar veitsla komandi fríggjakvøld

Góðu tit øll


Nú verður Hundraðdagaveitslan. Hendan veitslan hevur verið í innskúlingini í nøkur ár. Vit hugna okkum saman; eta gott, spæla dansispøl og syngja.

Veitslan verður fríggjakvøldi 22/1. Hon byrjar kl. 17.30 og endar kl. 19.30.

Á matarskránni verður burritos/matarpannukaka. Og omaná eta vit vaflur við róma og súltutoyi.

Í morgin senda vit ein matarlista,  har tit síggja, hvør ger hvat. Vónandi er tað í lagið.

Vit hava mikro-ovnar, so vit fáa hita upp aftur, har tað er neyðugt. Annars....hugsið um, at tað, tit koma við, er klárt - niðurskorið og í góðum íløtum. Tit fáa hesi aftur sama kvøld ;)

Næmingarnir taka sjálvir okkurt at drekka við; t.d. ein hálvan litur av sodavatni ella saft.

Skuldi nakar ivast, so hava bara næmingar og lærarar í innskúlingini atgongd til hesa fínu veitslu ;)

Vinaliga

Hanna og Joanna

15.01.2016

Kunning frá leiðsluni

Tíðindi frá Skúlastýrinum í Eysturskúlanum.


Árligi felagsforeldrafundurin verður mikudagin 20.januar 2016 kl. 19.00 í skúlahøllini.
Á fundinum verður kanningin um netnýtslu hjá næmingunum í Eysturskúlanum løgd fram. Elin Michelsen viðmerkir og greinar úrslitið.
Niklas Heri Jákupsson hugleiðir um samskiftið millum børn og foreldur.
Kost- og heilsubreytin í Nám X borðreiðir við góðum køkum og kaffi. Næmingar á Miðlabreytini í Nám X spæla nøkur løg.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

------------------------------------------------------

 

Góði 1. flokkur!
Tykkum og foreldrum tykkara vilja vit ynskja eitt gott og eyðnuberandi nýggjár og takk fyri tað farna!
Vit síggjast mánamorgunin 4. jan. 2016 kl 8.00.

Hanna og Joanna

Góðu foreldur,

Næmingarnir hava fingið tveir sangir í postmappuna í dag.

Tað hevði verið ynskiligt, um tit venja teksin heima, eina løtu hvønn dag, so at hann situr orduliga væl!

Vinarliga

Hanna og Joanna

 

P.S. Um næmingarnir ikki hava postmappuna í taskuna, so vilja vit hava, at hon verður løgd í aftur í taskuna.

Góðu foreldur,

Vit vilja kunna tykkum um, at 1. flokkur skal framføra tveir sangir til jólahugnaløtuna, sum verður mikukvøldið 16. des. kl 19.00.

Hetta eru tit sjálvandi hjartaliga vælkomin til :)

Vit hava nú fingið at vita, at okkara foreldraráð skipar fyri foreldrahugna frá kl 17.00 hendan sama dagin!

Meir kunning um hetta er nokk á Facebook bólkinum hjá flokkinum.

Góðu foreldur,

Nú 1. desembur fara vit bara at brúka hesa heimasíðuna til vikuætlan og at leggja boð inn á.

Eisini fara vit her undir boðklivanum at leggja onkrar myndir út.

Vónandi fer hetta at eydnast væl!

Vinarliga

Hanna og Joanna