Valfak

Valfak

Tú skalt velja minst 8 tímar í valfakum. Niðanfyri sært tú yvirlit yvir hvørji valfakini eru. Tað er ymiskt, hvussu næmingarnir velja. Hetta ger, at tað ikki er vist, at tú fært júst ta lærugreinina, tú hevur valt. Vit vilja kortini gera tað sum til ber, so ynskini hjá tær verða gingin á møti.

Legg til merkis, at um tú hevur valt:

  • Ítróttabreytina ella rørslubreytina, so kanst tú ikki velja ítrótt sum vallærugrein
  • Vísindabreytina, kanst tú ikki velja støddfrøði sum vallærugrein
  • Málbreytina, kanst tú ikki velja føroyskt og danskt sum vallærugreinar
  • KT-breytina, kanst tú ikki velja netmiðlan sum vallærugrein