Breyt 1

Breyt 1

Skúlaárið verður skipað við tveimum breytum, ið hvør er 10 tímar. Breyt 1 er tveir dagar um vikuna við ávikavist 4 og 6 tímum. Í høgra bredda sært tú yvirlit yvir hvørji breytaval eru. Trýst á breytanavnið og lesa meira um breytina.

Av tí, at onkur breyt kann fáa ov nógvar ella ov fáar tilmeldingar, kann henda, at tú ikki fært títt fyrsta val. Tí skalt tú velja tvær breytir á Breyt 1. Sjálvandi royna vit í størst møguligan mun at geva tær títt fyrsta val.